Oyggjaleikir: Fyrstu ferð, hon yvirhøvur er til einar oyggjaleikir, eydnaðist Valborg Heinesen fyri lítlari løtu síðani at vinna gull í 10.000 metra renning – og tað enntá í stórum stíli.
Hon var alla tíðina millum tær fremstu, men rann miðvíst og tilvitað, so hon ikki skuldi brúka ov nógva orku, samstundis sum hon alla tíðina skuldi vera við heilt har frammi.
– Ja, eg hugdi nógv at klokkuni, tí tað ráddi um at fylgja ætlanini, eg hevði lagt mær fyri renningina í kvøld, sigur Valborg, ið eisini takkar Halluri Holm, Niels Jákupi Jakobsen og øðrum av føroysku rennifólkunum fyri hjálpina.
– So vil eg eisini takka mínum polska venjara, ið hevur gjørt hetta møguligt, tí eg visti, at hetta vóru góðir rennarar, men trúði upp á meg sjálva, tí eg visti, hvat eg var før fyri.
Gulltíðin hjá Valborg Heinesen var 38:01.20 minuttir, og var hon 12-13 sekund framman fyri Gail Griffiths av Isle of Man, sum vann silvur, og eini 46 sekund framman fyri Ashley Estwanik frá Bermuda, sum vann bronsu.