Valdsskifti í Teilandi

Andstøðuleiðarin Abhisit Vejjajiva er í morgun valdur til forsætisráðharra í Teilandi Vejjajiva fekk 234 atkvøður, tá tjóðartingið í morgun skuldi velja nýggjan stjórnarleiðara. Mótvalevnið, løgregluovastin Pracha Promnok, fekk 197 atkvøður.

Atkvøðugreiðslan í tjóðartinginum kemur aftan á fýra mánaðir við áhaldandi mótmælum, sum andstøðan hevur skipað fyri við tí endamáli at fáa Somchai Wongasawat úr forsætisráðharrastarvinum. Tað endaði við, at grundlógardómstólurin koyrdi hann frá.

Vejjajiva, sum nú tekur við, er føddur í Bretlandi og hevur útbúgving frá lærda háskúlanum í Oxford. Hann er 44 ára gamal.