Valentines dagur: Tað er tankin sum telur

-Tað er tankin, sum telur. Haldi ikki, at ein skal renna út at finna dýrastu gávuna, ella størsta blómutyssið. Hugsa heldur hvørji tekin makin hevur sent í seinastuni, ella hvat hann/hon hevur ynskt sær, so tú gert okkurt persónligt fyri makan, og ikki bert kopierar lýsingarnar á Kanal 4, sigur Elin í Stórustovu um Valentines Day. Í dag er Valentines dagur, sum fyri mong er bert eitt amerikanskt hugtak, sum mest er gjørt fyri at geva teimum ymsu handlunum eina veldiga inntøku. Men fyri onnur er Valentines dagur ein møguleiki fyri at vísa sín kærleika til sin maka. Planet hevur spurt Elin í Stórustovu, sexolog og parterapeut um nøkur ráð til stóra dagin.

Elin í Stórustovu er sannførd um, at Valentines dagur saktans kann verða ókeypis.

 

-Eg haldi ikki, at fólk ?skulu? ella ?eiga? at halda Valentinsmessu. Nógv halda hetta ?hype´ið? um 14. februar er nakað amerikanskt fjas. Nakað blómuhandlar, matstovur og onnur hava gjørt, fyri at vinna pening frá naivum fólki. Tá tað er sagt, so haldi eg heldur ikki nakað er galið við at gera eitthvørt serligt hendan dag. Serliga ikki, um man ger tað uttan at brúka tað stóra av peningi. Ein góð Valentinsmessa kann væl vera ókeypis, og ein góð vitamin fyri parlagið, sigur Elin í Stórustovu.

 

Hon heldur, at hesin dagurin kann næstan bert verða ein fyrimunur fyri parlagið.

 

-Fyrimunurin kann vera, at vit hendan dag geva makanum eyka nógvan romantik og kærleika. Fokus á parlagið er í hásæti. Tað kann næstan bert vera ein fyrimunur, sigur hon.

 

Men tað kann verða vandamikið, um makin so heldur, at nú er nóg mikið gjørt í ár.

 

-Vansin er sjálvandi um man heldur, at tað er nokk at gera nakað burturúr kærleikanum, romantikkinum og parlagnum 14. februar hvørt ár - Tað skal helst vera meira og minni hvønn dag, sigur Elin í Stórustovu.

 

Hvat er tað so, sum ein skal gera hendan dagin?

 

- Tað er tankin, sum telur. Haldi ikki at mann skal renna út at finna dýrastu gávuna, ella størsta blómutyssið . Hugsa heldur hvørji tekin makin hevur sent í seinastuni, ella hvat hann/hon hevur ?ynkst? sær, so tú gert okkurt persónligt fyri makan, og ikki bert kopierar lýsingarnar á Kanal 4.

Á hendan hátt vísur tú, at tú hevur hoyrt hvat tín maki hevur sagt, at tú ert uppmerksamur og kennir hann. Annars er ein góð máltíð við friði og tíð, har parið kann tosa saman og njóta hvønn annan altíð ein vinnari, sigur Elin í Stórustovu.

 

Á Facebook og øðrum sosialum heimasíðum sæst, at mong halda hendan dagin verða eitt amerikansk hugtak, sum ikki hoyrir til í Føroyum. Men vænta fólk kortini at fáa okkurt frá makanum hendan dagin ?

 

-Nei, man væntar ikki at fáa nakað, uttan at man hevur tosað um tað áðrenn, ella man hevur til vana at gera okkurt við Valentinsmessu hvørt ár. Á jólum vænta vit eina jólagávu frá makanum, men haldi ikki tað er heilt tað sama í dag. Um man sera fegin vil gera okkurt við dagin, og brennandi ynskir at makin ger okkurt serligt fyri seg, so haldi eg man skal tosa við hann um tað, so man ikki verður vónsvikin seinni, tá man sær at hann als ikki hevði hugsað um, at tað í dag er ?Valentins Day?.

 

 

- Eg haldi heldur ikki, at tað er uppgávan hjá monnunum at fara út at keypa gávur, blómur ella at bjóða kvinnuni út at eta. Tað kann eins væl vera kvinnan, ið ger eitt gott kvøld fyri manninum. Ella bæði gera okkurt fyri hvønn annan.

 

Á heimasíðuni hjá Elin í Stórustovu ? elin.fo ? eru fleiri upplýsingar at finna um Valentines day.