Valið í Pakistan útsett

Pakistanska tjóðartingsvalið, sum skuldi vera tann 8. januar, er útsett til tann 18. februar Pakistanska valnevndin kunngjørdi í dag, at hon hevur gjørt av at útseta tjóðartingsvalið frá 8. januar til 18. februar.

Um orsøkina sigur valnevndin, at ófriðurin, sum hevur herjað landið síðani morðið á andstøðuleiðaran Benazir Bhutto, ger, at valið má útsetast.

Flokkurin hjá Bhutto, Pakistanski Fólkaflokkurin, hevur annars sagt, at tað er brot á grundlógina at úseta valið.