Valið tann 30/4 ? Samband ella hjúnaðarskilnaður

Fyrst vil eg takk Virgar T. Dalsgaard fyri, at hann hevur kunnað nútíðina um, hvat hendi á politiska vígvøllinum, meðan Heðin Brú sáli livdi.

Hetta er ógvuliga væl skrivað og vísir á, at skrivifrælsið og orðið, tá sum nú, ikki er frítt í Føroyum ? meðan Føroyar skal verða »frítt« ? siga kotamenn og endurtaka seg sjálvan eina ferð enn.
Í ár 2002 eiga vit at hava talu- og skrivifrælsi, uttan at fólk halda og trúgva um nakað so álvarsligt sum fullveldi kontra samband við Danmark.
Tað vísir seg, at søgan endurtekur seg, bert við 50 ára millumbili. Ein »frelsari« tá, ? sum nú.
Sama framferð, sum Virgar so væl greiðir frá, verður framd í Føroyum í dag. Tað eru fá, sum ditta sær at siga sína meining hart, enn minni tora tey at skriva og seta sítt navn undir, men goyma seg undir dulnevni.
Vit, sum búgva í Danmark, kunnu bara fella okkara orð á pappírið. Búðu vit í Føroyum, kundu vit blanda okkum beinleiðis í politisku støðuna, tí vit hava stóran áhuga fyri okkara kæru har heima og framtíð føroyinga yvirhøvur.

Roknistykkið hjá Hoydal
Tað búgva uml. 48.000 fólk í føroyum, harav eru nógv børn og fleiri gomul. Restin, tað arbeiðsføra fólkið, skal yvir eitt stutt áramál gjalda 1,3 milliardir meira í skatti á ein ella annan hátt.
Hvussu í allari víðu verð skal hetta roknistykkið kunna hanga saman?
Skulu tey gomlu flyta inn til børnini ella eta tara?
Skulu tey aftur at skera torv, tí olja er ov dýr?

Blokkurin
Um vit nú ongantíð høvdu fingið blokkin, hvussu var so vorðið hjá t.d. pensiónistunum í dag?
Jú, so hevði pensiónin verið prístalsregulerað sum alt annað t.d. sjúkrahús, skúlar v.m. Øll høvdu fingið tað, sum tey høvdu krav uppá at fáa.
Sum nú er, er ein stórur partur av pensiónini stolin frá teimum eldru.
Hetta helst til at fíggja ta stóru lønarhækkanina, sum politikararnir góvu sær sjálvum síðsta ár. Fyri ikki at gloyma tryggjanina av teirra egnu pensión, tá teir rúka út til komandi val.
Hvør króna varð oyramerkt, áðrenn blokkurin stakk sítt høvd fram undan kavi.
Blokkurin kundi staðið við sítt trúvirði, um teir stýrandi høvdu dugað at stýra við skili og ikki við hatri.
Eg vil samstundis nýta høvi at takka Aksel Krogh pensiónisti fyri, at hann áhaldandi skrivar um støðuna hjá pensiónistum í Føroyum.
Tað er gott, at tann hvíti bonkurin kann tola at hoyra um, at tit blíva so álvarsliga snýttir fyri ta pensión, sum tit hava stríðst eitt heilt lív fyri at nýta ágóðan av.
En pensión skal prístalsregulerast so sum alt annað hvørt ár. Og eg kann bara geva Aksel rætt í, at tit eru drigin við nøsini í fleiri ár nú.


Fjølmiðlarnir SvF og ÚF
Tað, sum vekur stóran anga hjá mær er, at menn sum Leivur Hansen, sum arbeiðir í SvF og Jógvan Arge, sum arbeiðir í ÚF, eru trúfastir tjóðveldismenn.
Teir skriva í bløðini, stýra øllum fjølmiðlum í Føroyum og kunna enntá syrgja fyri, at Hoydal himself er við í øllum, sum verður sent.
Teir kunnu enntá, ? við ella uttan løn ? syrgja fyri, at hinir ikki fáa ov langa tíð at tosa í; verða forðaðir í at tosa liðugt av Hoydal, meðan skæðugákurin Hoydal hevur óavmarkaða tíð og ofta heldur einaveldisrøður bæði í útvarpi og sjónvarpi.
Hesir menn eru »inhabilir« til at røkja síni størv, tí teir bera sólbrillir alla tíðina ? eru Hoydalsfrelstir.
Teir síggja ikki, at tað er ein nýggjur dagur í morgin og eitt nýtt ár næsta ár.
Vit, sum búgva í fríum landi og hava loyvi at hava eina aðra meining enn aðalin í Føroyum, so sum: »Patursson, Hoydal og Vang«, hugsa okkara.
Tað er óhugnaligt, at tann aðalin, sum kann velta, fiska og drepa seyð, skal avgera lagnu fiskimanna og teirra ættarliði við.
Eg vil enda hetta brævið frá mínum friðarbýli í Danmark við at siga at: »Samband er gott, men at ein skilnaður millum hjún er ringt, bæði fyri tey vaksnu ? men ringast fyri børnini."
Ein góð framtíð fyri okkara børn borgar fyri eini liviberandi framtíð fyri okkum, sum nú eru foreldur, tá vit verða gomul.
Mín áheitan skal tí vera til alt Føroya fólk antin at velja Javnaðarflokkin ella Sambandsflokkin inn á ting ? helst báðar flokkar.
Alt annað vil vera at grava sína egnu grøv og bumba Føroyar yvir í triðja heim, har órættvísi, fátækradømi og hungur fer at verða veruleiki.