Klaksvík:
Vallaraheimið hevur staðið til sølu í yvir eitt ár nú, onkur hevur víst áhuga, men nústani tykist sum tað er endaliga selt og avgreitt. Krisfinn og Maria Christiansen fara framyvir at reka vallaraheimið, sum hevur eini 50 seingjarpláss íalt.
Krisfinn og Maria gjørdu av at keypa tað eftir stutta umhugsingartíð.
Maria sigur, at tað hendi við eini rúkandi ferð, frá tí at tey gjørdu av at keypa til alt var avgreitt. Tey bæði siga, at tey hava stóran áhuga fyri ferðavinnuni, sum mennist alt meira og meira.
Seinnu árini kann ein tó siga, at tað ikki hevur verið so nógv at hoyrt til Vallaraheimið í Klaksvík, men tað sigur Maria, at tey fara at royna at broyta. Ætlanin hjá teimum er, at heimið skal gerast alt meiri sjónligari fyri ferðafólk ? útlendsk sum føroysk.
? Vit vóna, at undirtøkan verður góð, og at tað fer at ganga væl sjálvandi, sigur Maria. Vallaraheimið og gistingarhúsið í Klaksvík, sum liggur við Garðavegin, verður opið alt árið runt, men um veturin verður tað meiri avmarkað. Maria sigur tó, at tað fer at verða so, at fólk altíð kunnu fáa fatur á teimum.
Spurd um tey ikki fara at troyttast skjótt av hesum, tí tey arbeiða harðast, tá hini hava frí, svara Maria flennandi, at tað væntar hon als ikki.
? Vit gleða okkum at sleppa í gongd ordiliga, og vit kunnu altíð fara at ferðast, tá hini eru liðug, sigur hon.
Vallaraheimið er í tveimum hæddum. Á tí ovaru er eitt gistingarhús, sum hevur tvær stjørnur av fimm møguligum. Sjálvt vallaraheimið er á niðaru hædd, og tað hevur tvær stjørnur av trimum møguligum.
Við síðuna av er eitt tómt høli, sum varð nýtt til handil fyrr. Krisfinn og Maria hava ikki endaliga gjørt av, um tey fara at leiga tað út, ella um tey fara sjálvi at nýta tað.
Myndatekstur:
Elin Frederiksberg handar her Krisfinni lyklarnar til vallarheimið í Klaksvík. Hini á myndini eru: Maria, kona Krisfinn og dóttir Elina, Ása