Valplakatir til ampa fyri ferðsluna

Løgreglan heitir nú á politisku flokkarnar at kanna eftir, at valplakatir hanga soleiðis, at tær ikki eru til ampa fyri ferðsluna.

 

– Fleiri staðni í Tórshavn hanga nógvar valplakatir alt ov lágt og koma á fleiri støðum langt inn yvir gongubreytina. Hettar kann serliga verða til vanda fyri sjónveik.

Soleiðis skrivar løgreglan í áheitan á politisku flokkarnar.

Sum vegleiðing um, hvussu høgt ferðsluskeltir skulu hanga yvir gongubreyt, so er tað mátið 2,2 metrar til undirkant av skeltinum og yvir súkklubreyt 2,3 metrar høgt til undirkant á skeltinum. Hesi mátini eru eisini hóskandi til uppsetan av valplakatum.

– Ikki er loyvt at festa valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum/við gonguteigar.