Í valstríð við valsangi

Ein nýggj heimasíða og ein nýggjur slagsangur skal hjálpa Javnaðarflokkinum í valstríðnum, sum skal snúgva seg um tey bleytu virðini. Tað boðaði flokkurin frá, tá valskráin varð løgd fram í morgun

VALSKRÁ

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo

 

Nú av álvara fer at stunda til løgtingsval, leggja flokkarnir fram sína valskrá. Í morgun var tað Javnaðarflokkurin sum boðaði frá, hvørji evni hann ætlar at leggja dent á í valstíðnum.

Í stuttum kann sigast, at flokkurin fer at leggja størstan dentin á tey bleytu virðini.

Skráin er í fýra høvuðspunktum: Heilsuverk og fólkaheilsa, Fólkaskúlin, Trivnaður og familja og Burðardygg menning.

Flokkurin hevur í hesum valskeiðinum umsitið almanna- og heilsumál, og hetta er eitt øki, sum stórur dentur verður lagdur á eisini í komandi valskeiði. Eitt nú skal viðgerðartrygd veitast sjúklingum soleiðis, at innan seks vikur eftir, at sjúkan er staðfest, skal sjúklingurin fáa viðgerð.

Eitt annað øki innan heilsuverkið, sum flokkurin fer at leggja dent á, er menning og endurútbúgving av heilsustarvsfólkum, eins og tænasturnar skulu samskipast betur.

Uppafturvenjing av fólki við mistum førleika og sjúklingatrygd og arbeiðsskaðatrygging verða eisini nevnd undir hesum fyrsta punktinum.

Eitt ógvuliga áhugavert og ofta umrøtt mál er sjúkrakassin. Her fer Javnaðarflokkurin í valstríðnum at sláa upp á trummu fyri, at sjúkrakassagjaldið skal fíggjast umvegis skattin. Hetta er ein tanki, sum javnan hevur verið frammi, men sum neyvan hevur átt stórt pláss í nøkrum valstríði.

At enda fer flokkurin at arbeiða fyri at fáa avtikið mvg’ið av frukt og grønmeti fyri at eggja fólki til at eta meiri av hesum heilsusunna kosti í sambandi við fólkaheilsuna.

 

PISA skal betrast

Sum eitt heilt náttúrligt punkt í síni valskrá ætlar Javnaðarflokkurin at leggja stóran dent á fólkaskúlan. Og tað er væl einki undarligt í, serliga tá hugsað verður um vánaligu úrslitini vit hava at vísa á í PISA-kanningini.

Sum eitt fyrsta stig ætlar flokkurin, at fólkaskúlalæraraútbúgvingin skal lyftast upp frá batchelorstigi til kandidatútbúgving. Hartil skulu verandi lærarar hava støðuga og góða eftirútbúgving.

- Fólkaskúlin er eftirhondini vorðin ein skúli fyri meðalnæmingin, har hædd í minstan mun verður tikin til teir heilt góðu næmingarnar og til næmingar við serligum tørvi. Tí ætlar flokkurin, at økistilboðið til næmingar við serligum tørvi skal útbyggjast, segði Jóannes Eidesgaard á tíðindafundinum í morgun.

Síðani kom flokkurin við nøkrum kollveltandi nýggjum: Tvílæraraskipan í fyrsta flokki. Hetta merkir, at tað skulu verða tveir lærarar at taka sær av næmingunum í fyrsta flokki heldur enn bert ein.

Liðiligari loysnir skulu eisini skapast við tímapuljunum í skúlunum, so lættari verður hjá lærarunum at leggja undirvísingina til rættis.

Og seinast, men ikki minst so skal meiri føroyskt tilfar inn í skúlarnar, tað veri seg bøkur filmar ella spøl.

 

Arbeiðs- og familjulív

Í triðja punkti verður familjan umrødd. Hon skal hava tað betri, bæði fíggjarliga og trivnaðarliga.

Rentustuðulin skal ikki rørast, og barnsburðarfarloyvið skal lengjast upp í eitt ár, harav tríggir mánaðir skulu markast pápanum.

Stakir uppihaldarar hava fingið nógva umrøðu í hesum valskeiði, og nú mælir Javnaðarflokkurin til, at hesir skulu fáa barnaískoyti og dupultan lestrarstuðul.

Tímalønt foreldur skulu fáa lønarendurgjald fyri barnsins fyrsta sjúkradag.

Bústaðarpakkin, ið somuleiðis hevur fingið ógvuliga nógva umrøðu í valskeiðinum, og sum lá klárur í tinginum, tá val varð útskrivað, skal leggjast fram aftur í víðkaðum líki, ið eisini umfatar bygging av leiguíbúðum.

Og á arbeiðsmarknaðinum skal takast størri hædd fyri førleikatarnaðum, ið skulu tryggjast rættindi og virkismøguleikar.

Og at enda skulu tey eldru hava betri sømdir. Hetta skal gerast við at fleiri starvsfólk skulu fáast á økinum, og so skal tørvurin á røktarplássum verða nøktaður í seinasta lagi um tvey ár.

 

Dentur leggjast á umhvørvið

Seinasta punktið í valskrá Javnaðarfloksins nevnist Burðardygg menning. Og her verður í stóran mun hugsað um umhvørvið, tó at Kyotosáttmálin ikki verður nevndur við navni.

Men dentur skal leggjast á útbyggingina av varandi orkukeldum so sum vatnorku og vindorku. Men eisini alternativar orkukeldur eru so sum sólorka og alduorka.

Eisini skulu setast størri krøv til dálking, tað skal kosta meiri at dálka. Og her verður serliga hugsað um oljudálking, sum hevur verið ein afturvendandi trupulleiki. Revsingin fyri oljudálking skal nevniliga herðast.

Eitt annað, sum flokkurin fer at leggja dent á, er at seta upp ítøkiligt regulsett fyri bjálving av húsum og bygningum. Her verður seliga hugsað um upphiting, ið sum kunnugt hevur CO2 útlát við sær.

Og so skulu Føroyar í heila tikið vísa altjóða samhaldsfesti í umhvørvismálum. Og her man Kyoto hava ligið frammarliga í huganum, tó at tað ikki beinleiðis varð nevnt.

At enda kann nevnast, at flokkurin nýtti høvi at presentera tvey nýggj ting á tíðindafunrinum. Annað er ein spildurnýggj og í nógvar mátar interaktiv heimasíða, og hitt var ein nýgjur slag- ella valsangur. Hetta er ein sangur, sum Niclas Johannesen hevur gjørt orð og lag til, og sum Malan Thomsen og Kim Hansen framføra.

 

 

Javnaðarflokkurin legði í morgun fram valskrá sína til løgtngsvalið, sum verður 19. januar

Mynd: Jens Kristian Vang