Eftir at tað leingi ikki hevur gingið væl, hevur tað seinastu dagarnar hilnast væl hjá felagnum hjá føroysku spælarum í íslendskum fótbólti.
Hóskvøldið vann Valur 2-1 á útivølli ímóti Víkingi, og sunnukvøldið eydnaðist tað aftur at vinna fulla úrtøku. Hesa ferð var tað á heimavølli ímóti Þór Akureyri.
Nú er lítið eftir av ársins landskapping í Íslandi. 20 umfør eru avgreidd, og tvey umfør eru eftir. Sunnudagin skal Valur spæla á útivølli ímóti Stjarnuni. Valur hevur 35 stig, og Stjarnan hevur 34 stig. Tí fer úrslitið sunnudagin at hava stóran týdning fyri, um Valur skal halda tørn um fjórða plássið og kanska vinna seg longri upp, ella um Valur skal enda á fimta plássi.
Leygardagin 1. oktober er 22. og síðsta umfar á skránni. Tá eigur Valur heimavøll ímóti KR, sum saman við ÍBV kappast um meistaraheitið. Bæði liðini hava 40 stig. ÍBV hevur spælt 20 dystir, og KR hevur spælt 19 dystir. FH er á triðja plássi við 38 stigum fyri 20 dystir.