Valur tapti eisini aðru meistaraskapsfinaluna

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir hava nú ryggin móti múrinum

Tað sær í løtuni heldur svart út hjá føroyingaliðnum, Vali at gerast íslandsmeistari í manshondbólti.

 

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali taptu eisini aðru meistaraskapsfinaluna fyri Fram.

 

Í kvøld tapti Valur á útivølli tepurt 26-27 fyri Fram í Lambhagahöllini í Reykjavík. Tá tveir minuttir vóru eftir var Fram á odda 27-26, men tá skoraði Allan Norðberg tvey mál, so munurin bert var 27-26. Björgvin Páll Gústavsson framdi bjarging, ið gjørdi tað møguligt hjá Vali at hava seinasta álopið áðrenn lúðurin ýldi í høllini. Men ólukkutíð fór skotið hjá Bjarna í Selvindi í stongina, og so kundi heimafjøldin stórfegnast. Fram er á odda 2-0 í finaluuppgerðunum.

 

Gongdin í dystinum var hendan: Fram-Valur = 3:5, 6:5, 8:6, 11:9, 13:12, 17:16, 19:16, 20:18, 21:20, 24:22, 26:22, 27:26.

 

Bjarni skoraði fýra mál, og Allan skoraði trý mál í dystinum.

 

Hóskvøldið klokkan 20.30 hittast liðini aftur í høllini á Hlíðarenda. Tá eru teir hjá Vali pískaðir at vinna dystin. Annars er alt liðugt.