- Arbeiðið við at fáa eitt nýtt savningarstað á Válinum er komið væl áleiðis.
Tað siga tey í Kvívíkar kommunu í dag, sum Válurin er partur av.
- Savningarstaðið er har, sum jólatræið hevur staðið seinastu árini, og kemur jólatræið framhaldandi eisini at standa her.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at kommunan eisini fer at seta benkur og annað inn á økið.
Hampað verður rundanum, eins og fríðkað verður um við plantum.
- Vit vóna, at borgarar á Válinum fara at fáa stóra gleði av nýggja savningarstaðnum, siga tey í Kvívíkar kommunu.
Lagt verður aftrat, at kommunan eisini er byrjað at at gera eitt líknandi savningarstað á Stykkinum, sum eisini er partur av Kvívikar kommunu.
##med2##