Tað er enska fótbóltsheimasíðan Skysports, sum í kvøld ber tíðindini um, at Robin Van Persie er á veg til Fenerbahce í Turkalandi.
Heimasíðan skrivar at sambært álítandi keldum, er ein avtala komin uppá pláss, sum er galdandi fyri tey næstu fýra árini.
Robin Van Persie skifti annars frá Arsenal til Manchester United í 2012, har hann tað fyrsta árið var eitt frálíkt keyp. Hann var eisini toppskjútti í Premier League í kappingárarinum 2012/2013, har Manchester United eisini gjørdist enskur meistari.
Van Persie hevur tó havt tað trupult seinastu tvey kappingarárini, har hann sjáldan hevur liva upp til gamla støðið hjá sær.
Um Robin Van Persie skiftir frá Manchester United til Fenerbahce, bendir alt á, at Manchester United skal hava ein nýggjan álopsleikara. Radamel Falcao skifti fyrr í mánaðinum til Chelsea, meðan Javier Hernandez eisini er á veg úr felagnum.
Einastu áleypararnir, ið so eru eftir, eru liðskiparin, Wayne Rooney, og ungi og evnaríki James Wilson.
Til stuttleikar kann nevnast at komandi felagið hjá Robin Van Persie – Fenerbahce – í 2006 spældi ímóti B36 í Champions League.