Vanærir deyðan mann

Frank Davidsen, Sørvágur
---
Aftaná at Christian Andrea­sen advokatur kunngjørdi, at nú vóru øll skjøl løgd fram í tollmálinum, so hugsaði eg: gott, so var handa sakin lukkað forever. Slutt við at skriva og mistonkiligera meira um nevnda mál.
Men sigast má, at tað í staðin fyri varð eitt skelkandi politiskt stunt, ið sitandi fíggjarmálaráðharri væl hjálpt­ur av einum advokati hevði í Miðlahúsinum umleið klokkan 15 fríggjadagin.
Fíggjarmálaráðharrin segði millum annað, at hann var sera fegin um, at tá­sitandi fútin í samband við nógv umrødda tollmálið hevði "reinsað" seg so væl og virðiliga, tí fútin hevði sagt, at "her var einki at koma eft­ir."
Samstundis so harm­að­ist hann eisini um, at per­són­urin, sum skuldi havt mót­tikið brævið frá toll­mynd­ug­leikunum, ikki var ímill­um okkum longur. Men fyri mær var spurningurin, hvussu harmur fíggjar­mála­­ráðharrin var, tí "goymslu­maðurin" hevði jú høv­uðs-leiklutin í hesum politiska stunt­inum, sum fór fram í Miðlahúsinum.
Av tí sama var tað sera heppið fyri fíggjar­mála­­ráð­harran, at ábyrgdar­per­sónurin, sum sat á avgreiðslu Skipafelagsins í nógv ár, ikki kundi taka orðið viðvíkjandi skrivinum, sum hann hevði fingið um uppsøgningina av tollkredittinum. Hetta orsaka av, at hann hevði ligið undir grønutorvu í nógv ár.
Tí hevði hesin persónur verið á lívið í dag, so kundi hetta politiska stuntið fingið fatalar fylgir fyri trúvirðið hjá Fíggjarmálaráðharranum.
Ja var "goymslumaðurin"á lívið, so var tað samstundis komið undan kavi, hvar brævið um uppsagda toll­kre­dittin var blivið av. Og tá hevði tíðindafundurin helst ikki verið so áhugaverdur. So tað stutta av tí langa er, at Fíggjarmálaráðharrin við hesum politiska bluffinum misbrúkar ein deyðan mann, sum tískil ikki fær svarað fyri seg.
Harafturat fær hann eisini drigið stjóran á tollstovuni í Sørvági niður í sítt politiska díki.
Eg hevði tað gleði, at eg kom at arbeiða saman við hesum manni í 25 ár. Ein sera dugnaligur og kompetentur mað­ur, sum gjørdi sítt arbeiði til lítar. Tú kundi ikki seta fingurin á nakað, sum hann hevði við at gera. Tí er tað nógv fyri, at hann, sum við skrivi hevur gjørt vart við, at tollkreditturin var uppsagdur, av Christiani Andreasen advokati verður alment úthongdur, soleiðis at sitandi fíggjarmálaráðharri, sum ein annar Pilatus kann vaska sínar privatu og polit­isku hendur.
Rætt er tað, at ein er ikki skyldugur, fyrr enn dómur er fallin. Soleiðis var eisini, tá tað á náttartíð var farið inn á annan manns ogn, har ein Baadermaskina varð tikin og flutt av bygdini. Um tað er satt, at seriunummarið varð skrúvað av, fyri at verða flutt á aðra, eldri maskinu, tað veit eg ikki, men so segðist.
So kann ein spyrja seg sjálvan, hvør er lægsti felags­nevnarin í sambandi við moral og etikk hjá einum politik­ara. Ella eru vit komin har til, at hevur ein nóg góðar taligávur og politiska makt aftan fyri seg, so kann ein hóreiggja tær akkurát sum tú sjálvur vil? Eg spyrji bara.
Og er fíggjarmála­ráð­harr­in ikki komin út um alt polit­iskt mark ,tá tað snýr seg um moral og etikk, og ikki minst politiska manipulation í síni roynd at halda fast um makt­ina?
Vit hava fleiri dømir um, at landsstýrisfólk eru varpað út úr landsstýrinum fyri baga­tellir. Johan Dahl var lands­stýrismaður í nakrar fáar vikur, so var hann av Jó­annes Eidesgaard, tásit­andi løgmanni, sendur til hús. Hetta orsakað av, at ein kvinna í fjølmiðlunum hevði ákært hann fyri, at maður hennara fyri nógvum árum síðani hevði havt ein fíggjarligan miss, orsakað av eini verkætlan, hann hevði havt við Johan Dahl.
Aftaná vísti tað seg, at ákær­urnar vóru dømdar deyð­ar at vera.
Er tað eisini so galið, at okkara stjórnarleiðari, sum mangan verður sagt frá, er ein marionettdukka, sum fult og heilt verður stýrdur av fíggjarmálaráðharranum? Og avleiðingarnar, um hann sigur fíggjarmálaráðharran úr starvið, eru, at hann aft­aná onga samgongu hevur aftan fyri seg?
Og kann Fólkaflokkurin halda áfram við at stuðla ein­um politikara, sum óbein­leiðis skuldsetir eina deyðan person fyri at vera orsøk til, at fleiri hundrað ótollaðar vørur ólógliga vórðu fluttar úr goymsluni og seldar, uttan at tollur varð goldin.
Tað sæst á øllum brøgdum, at hetta politiska stuntið hevur verið fyrireikað í fleiri vikur, ja frá frá fyrsta degi av, tá Portal.fo fekk nøkur skjøl fram úr politisku skýma­skot­unum.
Advokaturin, sum N. Nicla­sen og sitandi fíggjar­mála­ráðharri hava brúkt í áratíggjur, varð útskiftur við, sum tað varð sagt, "tann besta" á hesum økinum.
Men harragud, her var ikki neyðugt við hvørki advo­kati ella tí rúgvis­miklu skjalarúgvuni. Fíggjar­mála­ráðharrin kundi tað sama kalla inn til tíðindafund utt­an nakað sum helst skjal.
Tí tað skjalið sum "skuldi reinsa hann", og sum gjørdist kjarnuspurningurin í tí polit­iska sjóneleikinum, tað hevði ein nú deyður maður havt í varðveitslu.
So sambært fíggjar­mála­ráðharranum, so lá próv­byrð­an ikki hjá honum, men hjá tí manni, sum hevði ligið undir grønutorvu í nógv ár.
Var tað ein í mín­ari familju, ið av fíggjar­mála­ráð­­harranum óbeinleiðis varð skýrdur at vera órøkin og orsøkin til, at uppsøgnin av toll­­kredittinum ikki varð tikin til eftirtektar, so hevði eg melda fíggjarmálaráðharran fyri æru­meiðing.
Tá tað einaferð fyri Fólka­flokkin so heilt avgerðandi Uttan­ríkisráðið lá í skeljasori, varð eitt væl fyrireikað politiskt stunt eisini brúkt. Jú tá segði táverandi uttan­ríkis­ráðharrin, at orsøkin til, at Uttanríkisráðið varð niðurlagt, "vóru sparingar." Í dag ger sami maður eitt annað politiskt stunt. Fyri at sleppa sær undan skuldsetingum um tollundandrátt, meðan hann sat sum stjóri og løg­tingsumboð, so misbrúkar hann ein deyðan person, og gevur honum skyldina fyri, at fyritøkan, har hann var stjóri, flutti fleiri hundrað ótollaðar vørur út av deild Skipafelagsins.
Eg farið hervið at heita á Kaj Leo Johannesen løg­mann um at hugsa seg væl um, tá hann skal taka støðu viðvíkjandi sitandi Fíggjar­málaráðharra. Hesin er tikin í ósannindum og er bæði etiskt og moralskt farin út um øll mørk, ið søma seg fyri ein politikara. Út frá tí støðu, tú tekur í hesum málinum, kemur eftirtíðin at døma títt politiska yrki sum stjórnarleiðari. Her hevur tú møguleikan til at skera ígjøgnum, og visa, at tú ikki letur alt um teg fara.