Vánalig gongd hjá partrolarum

Úrslitið hjá partrolarum fyri 2013 verður á leið sum í 2012, kanska heldur lakari.

Partrolarar hava havt nøkur vánalig ár, har ognaravkastið hevur verið negativt øll árini við undantak av 2001.

 

- Miðalprísurin hevur verið hækkandi, men veiðan serliga eftir upsa hevur verið minkandi.

 

Grannskoðaravirkið Januar vísir í sínari greining av fiskiskipaflotanum á, at støðug hall hjá partrolaraflotanum í mong ár hevur tart upp á fíggjarstøðuna, sum soleiðis eisini er versnað seinnu árini.

 

- Bæði gjaldføri og soliditetur eru fallin munandi og vóru ikki nøktandi við árslok 2012.

 

Um útlitini fyri árið í ár er at siga, at upsafiskiskapurin hevur verið væl undir miðal, men ábendingar eru um, at heystið fer at roynast betri, bæði í nøgd og prísi.

 

- Eins og undanfarin ár hava nøkur pør luttikið í makrelfiskiskapi, og hesin hevur givið eitt ávíst íkast til raksturin.

 

Grannskoðaravirkið Januar væntar, at úrslitið fyri 2013 verður á leið sum árið 2012, tó kanska heldur lakari.