Vandamikil teldu-battarí

Her fyri noyddist Dell at afturkalla eina rúgvu av battaríum til farteldur, tí hesi kundu hava ein framleiðslufeil, sum kundi seta eld á telduna. Nú hava framleiðarar hjá Sony staðfesta líknandi feil í teirra framleiðslu, og tað hevur fingið klokkurnar at ringja hjá Toshiba og Lenovo. Báðar fyritøkurnar hava afturkallað ávíkavist 500.000 og 830.000 teldubattarí. Hóast vandin verður mettur sum lítið ítøkiligur, hava seinastu hendingarnar fingið fleiri fløgfeløg at banna nýtslu av teldum, meðan flogið verður.