? Vandi í at vera fremst

? Tað kann vera ein vandi í at liggja fremst í eini veljarakanning so stutt áðrenn valið, og tí er tað umráðandi, at Javnaðarfólk ikki setast aftur týsdagin, sigur John Johannesen, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa ein gott fólkatingsval og at endurvinna fólkatingssessin, sum Jóannes Eidesgaard misti fyri fýra árum síðani. Sambært veljarakanningini hjá Gallup er Javnaðarflokkurin best umtókti flokkur til valið týsdagin.
? Tað kann vera ein vandi í at liggja fremst í eini veljarakanning so stutt áðrenn valið, og tí er tað umráðandi, at Javnaðarfólk ikki setast aftur orsaka av tí góða úrslitinum, men at tey fara á val, sigur John Johannesen, løgtingsmaður og valevni hjá Javnaðarflokkinum.
? Sjálvandi skulu vit fegnast um góða úrslitið, men vandin er, at fólk halda flokkin verða tryggan, at tey ikki fara á val. Vit mugu fáa øll okkara fólk á val fyri at tryggja flokkinum eitt gott úrslit.

Tríggir fara at kappast
Javnaðarflokkurin hevur síðsta árið átt løgmann, og tað hevur eftir øllum at døma styrkt flokkin ? eisini í valinum til Fólkatingið.
? Tað er hugaligt, at vit standa okkum so væl í veljarakanningini. Fólk taka eftir øllum at døma við okkara linju og ásanna, at Javnaðarflokkurn er lykilin til eina tjóðskaparliga semju, sigur John Johannesen.
Hann roknar við, at tað verða tríggir av teimum stóru flokkunum, sum fara at kappast um tey tvey plássini í Fólkatinginum.
? Eg rokni ikki við, at Sambandsflokkurin fer at blanda seg upp í stríðið, men tað tykist verða rættiliga javnt millum hinar tríggjar stóru flokkarnar, sigur John Johannesen.