Vandi er fyri skriðulopum

Eins og løgreglan, heitir Landsverk eisini á bilførarar, sum koyra eftir landsvegunum, har høgt er uppfyri, um at vísa størsta varsemi.

Nú blot er komið í kavan, og nógv væta kemur oman úr hæddunum, hava eisini nøkur skalva-og skriðulop verið.

 

Í morgun visti løgreglan at siga um tvey slík lop - annað vestan fyri og hitt eystan fyri Leynatunnilin.

 

Í lopinum vestan fyri varð ein bilur raktur, sum var á veg inn í Leynatunnilin, og her brotnaði annar síðurúturin.

 

Eingin persónsskaði stóðst av hendingini.

 

Tíðliga seinnapartin visti løgreglan aftur at siga um nýggj lop.

 

##med2##

 

Annað var norðan fyri Effo-støðina í Kollafjarðardali - ella millum Effo og Mjáuvøtn, og hitt var í svinginum á Oyggjarvegnum og beint oman fyri Effo-støðina í Kollfjarðardali.

 

Eins og løgreglan, heitir Landsverk eisini á bilførarar, sum koyra eftir landsvegunum, har høgt er uppfyri, um at vísa størsta varsemi.