Nú er aftur galið á Landssjúkrahúsinum.
Við pengum altso.
Hóast tað enn eru meiri enn fýra mánaðir eftir av árinum, er tað longu nú púra greitt, at játtanin á fíggjarlógini í ár til Landssjúkrahúsið fer ikki at halda.
Verri enn so.Og sostatt verður akkurát sama skilið á Landssjúkrahúsinum ár, sum tað hevur verið nú í fleiri ár á rað.
Heilt síðani kreppan seig niðuryvir alt landið, hevur ein heilt serlig kreppa verið á Landssjúkrahúsinum.
Tí hvørt einasta ár, tá ið tað hevur liðið ímóti jólum, hevur so lítið verið eftir í kassanum hjá Landssjúkrahúsinum, at tað hevur verið neyðugt við umfatandi sparingum fyri at halda tørn.
Afturlætnar deildir, skerjingar í tænastuni og hópuppsagnir hevur verið árliga, afturvendandi jólagávan frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum til sjúklingar og starvsfólk.
Í ár manglar nógv í
Jón á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað er longu nú greitt, at játtanin til Landssjúkrahúsið fer heldur ikki at halda í ár.
Hann hevði ikki sjálvur tey nýggjastu tølini yvir fíggjarstøðuna og tær nýggjastu framrokningarnar fyri, hvussu nógv fer at mangla í.
? Men á fundum, vit hava havt við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum er tað púra greitt, at tað skal táttast harðliga í restina av árinum fyri at játtanin skal kunna haldast.
? Eg veit ikki um støðan verður líka ring, sum hon var í fjør, men eg meti, at tað verður í hvussu so er út ímóti, sigur yvirlæknin.
Í fjør vóru fleiri deildir stongdar í desember og januar mánaða, og fekst ikki ein eykajáttan í evstu løtu, høvdu eisini tey, sum búgva á pensionatinum verið rikin á dyr heimanífrá á jólum.
Ja fólk tóku til, at nú var Landssjúkrahúsið ?stongt?.
Fyri at hjálpa upp á støðuna í ár hevur landssjúkrahúsið verið nógv skert í summar.
? Partar av psykiatrisku deild hava verið stongdir og somuleiðis meiri enn helvtin av medisinsku deild, umframt helvtin av skurðdeildini.
? Fyri at bøta uppá fíggjarligu støðuna, vórðu onkrar deildir stongdar eina viku longri í summar enn upprunaliga ætlað.
? Tað hevur hjálpt eitt sindur, men verri enn nokk til at tað slepst undan stórum skerjingum seinni í ár eisini.
Jón á Steig sigur, at tey sluppu merkiliga væl burtur at lata deildirnar aftur í summar, tí onki álvarsligt tók seg upp, sum manning ikki var til.
Mangla tríggjar milliónir
Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, hava fortalt okkum, at Landssjúkrahúsið kemur at mangla einar tríggjar milliónir í ár og at tað er henda upphæddin, sum skal sparast, tað, sum eftir er av árinum.
Tá ið vit spyrja yvirlæknan um tað upphæddina, sigur hann, at vanligar framrokningar kunnu vera eitt sindur svikaliga,r tí ongin veit, hvat fer at taka seg upp.
? Men tað talið skal nokk vera á góðari leið, sigur hann. Eg haldi, at tað ríður har um.
Plenuklipparin kann ikki brúkast longur
Jón Á Steig sigur, at tað er at kalla á øllum økjum, at Landsjúkrahúsið manglar pengar í ár.
? Vit standa í somu tvístøðu í ár, sum vit hava staðið hvørt einasta ár leingi: Skulu vit kappa líka nógv av allastaðni við plenuklipparanum, ella skulu vit heldur niðurleggja onkrar funktiónir heilt fyri at spara, so at tær, sum eftir eru, virka nøktandi.
?Eg haldi, at nú er so nógv spart, at vit eru komin niður har til, at plenuklipparin kann ikki brúkast longur, tí allar funktiónir eru so niðurpíndar frammanundan, at tað ber ikki til at skerja tær meiri. Vit hava spart og spart ár um ár ú øll nítiárini, at nógva staðni er onki eftir at spara.
Og so er hin møguleikin at leggja heilar fuktiónir niður
Leiðandi yvirlæknin sigur, at tær mestu úreiðslurnar fara til lønir.
? Tí koma næstan altíð uppsagnir upp á tal, tá ið tosað verður um sparingar.
Fleiri sjúklingar møguliga av landinum
Jón á Steig sigur, at sum støðan er, er stórur vandi fyri, at onkrar funktiónir á Landssjúkrahúsinum verða niðurlagdar.
? Týsdagin varð spurningurin umrøddur á vanliga leiðslufundinum, sum nú mest eru at kalla sparifundir.
?Tað kundi t.d. blivið talan um at niðurlagt dialysuna niðuraftir, so at teir sjúklingarnir í framtíðini skulu noyðast til Keypmannahavnar?
? Ella skulu vit halda uppat við allari krabbameinsviðgerð so at sjúklingarnir ístaðin verða sendir á mánaðarlanga sjúkralegu í Danmark?
Hann nevnir hesar báðar funktiónirnar fyri at nevna tvær innan hansara øki, sum eru rættiliga krevjandi.
Hann leggur tó dent á, at hóast tey hava umrøtt spurningin, eru tey ikki komin til nakra niðurstøðu enn.
? Men spurningurin kann verða aktuellur, áðrenn vit vita av, leggur hann afturat.
?Og tað er tað sama sum at siga, at vit hava ikki ráð at hava sjúkar føroyingar í landinum, men at vit noyðast at senda teir av landinum.
Óavmarkað játtan
Jón á Steig sigur, at sigur, at hjá teimum á Landssjúkrahúsinum kennist tað nokk so beiskt, at tey verða hildin í so stuttum, fíggjarligum tjóðri, sum tey verða og at endin kanska verður, at alt fleiri sjúklingar mugu sendast av landinum.
? Tað kunun vit nevniliga gera so galið okkum lystir. ? Tí játtanin, sum føroyingar betala fyri viðgerð á Landssjúkrahúsinum er óavmarkað. har er onki loft á. Vit kunnu senda so nógvar sjúklingar til Ríkissjúkrahúsið, sum okkum lystir. Tað verður alt betalt eftir rokning.
?Men tað vil so aftur siga, at vit vilja heldur geva donskum sjúkrasystrum og læknum arbeiðið, heldur enn føroyskum sjúkrasystrum og førosykum læknum herheima.
Jón á Steig minnr á, at í kreppuárunum varð Landssjúkahúsið skorið so ónatúrliga langt niður.
? Eg haldi, at vit mistu einar 40 milliónir av játtanini. Játtanin var 253 milliónir og vit vórðu skorin niður í 213 milliónir.
? Síðani tá er játtanin ikki hækkað meiri enn nakrar og 20 milliónir aftur.
? Men tað er ikki meiri enn, hvat ið svarar til inflatiónina og tær lønarhækkingar, sum Landsstýrið sjálvt hevur samráðst seg fram til.
? Samstundis eru fleiri og fleiri funktiónir lagdar undir Landssjúkrahúsið, sum alt annað líka skuldi kravt hægri játtan.
Hægri støðið
Jón á Steig sigur, at tað, sum er neyðugt at gera, er leggja játtanina til Landssjúkrahúsið á eitt støðið, sum er eitt sindur hægri, enn tað er nú.
? Eg sigi ikki, at vit skulu hava 40 milliónir aftur.
? Men tað er mín avgjørda meting, at umframt lønarhækkingar og inflatiónina, má játtanin til rakstur hækka minst átta milliónir fyri at koma uppundan aftur
? Sum er rulla vit eitt kavablak frammanfyri okkum ár undan ári, sum bara verður størri og størrri og tískil verri at fáa bilbukt við aftur.
? Tí haldi eg, at ein nettohækking uppá átta milliónir til raksturin er minsta kravið til at vit kunnu fóta okkum aftur og at fáa virksemið í eina fasta, trygga legu.
? Samstundis avoldast medisinska útgerðin, uttan at vit hava ráð at keypa nýggja og meiri framkomna útgerð.
? Men játtanin til tól er ein konto fyri seg sjálvan.
? Og okkum tørvar so stórar íløgur til tól, at tað tími eg ikki at tosa um longur.
Jón á Steig sigur, at avleiðingin av øllum hesum fri sjúklinganar er, at viðgerðin er ikki nóg neyv, hon er ikki nóg skjót, og kanningar og viðgerð eru ikki nóg sjúklingavinarlig, m.a. tí, at útgerðin er so gomul.
Hann vísir eisini á, at, at Landssjúkrahúsið hevur ikki fingið eina krónur burturúr teirri framgongd, sum annars sigst vera í samfelagnum, og tað harmast hann um.
Burturstødd
Báði sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, og heilsumálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø eru burturstødd so teimum eydnaðist ikki at fáa viðmerkingar frá.