Um vikuskfitið hava ikki verið færri enn tíggju ferðsluóhapp í høvuðsstaðarøkinum. Av hesum tíggju hendu ikki færri enn átta fríggjadagin. Eitt av óhappunum fríggjadagin hendi í svinginum, har Hvítanesvegurin og Vegurin Langi koma saman. Umleið trý korter til fimm seinnapartin kom ein bilur koyrandi suður eftir Hvítanesvegnum. Tá hesin setta ferðina niður og sneiddi til høgru, inn á Vegin Langa, merkti førarin, at høgra síða á bilinum nam við eitthvørt. Hetta var ein 53 ára gamal maður á prutli, ið var komin inn í síðuna á bilinum. Tað er ikki vist, hvussu stóran skaða tann 53 ára gamli fekk, men hann varð fluttur við sjúkrabili á skaðastovuna.
Seinni um kvøldi, klokkan trý korter til midnátt, hendi aftur eitt ferðsluóhapp, ið elvdi til fólkaskaða. Hesuferð var talan um ein bil, ið kom koyrandi vestur eftir Sverrigøtu, oman frá Kondittaríðnum hjá Restorff. Førarin gav sær ikki far um hávatennirnar, ið eru har vegurin kemur saman við Tórsgøtu, við tí úrsliti, at hann rendi á eitt prutl, við einum átjan ára gomlum førara og einari fjúrtan ára gamlari gentu sitandi aftanfyri. Førarin fekk bert smávegis snuddir, men gentan breyt vinstra bein av stoytinum.
Tey bleytu fáa skaðan
Støðleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at hesi bæði ferðsluóhappini eru dømi um, at bilførarar ikki sýna teimum veikaru í ferðsluni ans. Hetta heldur hann vera sera óheppi, tí tað eru altíð tey bleytaru, nevniliga gongufólkini og fólk á súkklu ella prutli, ið fáa skaðan. Tískil heitir hann á bilførarar um at vísa hesum størri ans í ferðsluni.
Nógv herverk
Eisini vórðu nógv herverk framd í Havn um vikuskiftið. Eitt tað ógvusligasta er helst tað, at ein rútur í listaskálanum varð knústur leygarnáttina. Talan er um ein rút á 100 x 180 cm. Somuleiðis varð eisini ein handilsrútur upp við Hoyvíksvegin knústur, við at eitthvørt varð tveitt inn gjøgnum hann.
Annars sigur løgreglan í Havn, at skelti og busskýli í Kollafirði als ikki fáa frið at standa. Tað kemur í heilum fyri, at skothol eru í skeltunum og busskýlini er traðkað sundur. Hetta heldur støðleiðarin vera ógvuliga býttar gerðir, og undrast hann á, hvussu tað ber til, at fólk tíma at skemma sína egnu bygd við slíkum gerðum. Hann skjýtur upp fyri teimum, ið dáma at skjóta til máls eftir busskýlum og vegskeltum, um heldur at seta dunkar upp burtur frá bygdum øki, og síðani heldur skjóta til máls eftir teimum.