Húsaófriður og morgunball sum vardi til langt út á seinnapartin.
Hetta vóru bara tvær av mongum hendingum, sum løgreglan hevði at dragast við í gjár.
Hóast fleiri stevnur og tiltøk vóru kring landið, bæði á Sandi, í Hósvík, umframt at útoyggjastevna var, men tær vóru tær stak friðarligar og elvdu ikki løgregluni til trupulleikar.
Tó mátti løgreglan á Gomlurætt umborð á Teistan eftir einum fullum manni, sum kom av stevnu á Sandi og sum tað ikki flættaðist við umborð.
Tað var helædur ikki tann vanligi ófriðurin eina vanliga vikuskiftisnátt, sum elvdi til trupulleikar..
Tær allar flestu av teimum hendingum, sum gjørdi, at løgreglan ikki slapp úr arbeiðsklæðunum vóru seinnapartin í gjár, tá ið boð vóru eftir løgregluni einar 20 ferðir upp á nakrar fáar tímar.
Talan var bæði um fleiri tilburðir av húsaófriði, herverki, illgruna um rúsdrekkakoyring og morgunball, sum onkur hevði fingið nokk av tá ið tey høvdu vart til langt út á seinnapartin við tí levind og gangi, sum slíkt elvir til viðhvørt.
Í allar flestu førum er rúsdrekka uppi í.
Roynt verður altíð at tosað fólk til rættis og tað eydnast í allar flestu førum.
Sumt av hesum er rættiliga tíðarkrevjandi, so løgreglan hevði hendurnar fullar allan dagin.
endaði so eisini við, at ein maður var so ólátaður at hann mátti á løgreglustøðina at gista.
Ein fráboðan, sum løgreglan fekk, breyt heilt frá og tað var tá ið boðað var frá, at ein bólkur av springarum var komin inn á Hvalbiarfjørð, men teir vórðu riknir til havs aftur.