Eitt fólk í Arkansas í USA vann ein stóran lottovinning jólaaftan, og vinningurin var á heilar 11,5 milliardir krónur.
Drátturin í Powerball-lottarínum var sálvan jólaaftan.
Jackpot-vinningurin var á 1,817 milliardir dollarar, og hesin var ikki vunnin og útgoldin seinastu tríggjar mánaðirnar.
AP tíðindastovan, sum endurgevur powerball.com, veit at siga, at vinningurin er hin størst í amerikanskari søgu nakrantíð.
Seinast, at nakar vann ein powerball-jackpot í USA, var jólaaftan í 2011, verður lagt aftrat.











