Vann 17.500 krónur av at Suarez beit

Norska TV2 skrivar í kvøld at ein 24 ára gamal norðmaður vann 17.500 krónur uppá tað, at Luis Suarez beit ein mótleikara.

24 ára gamli Richard Helmersen úr Noregi vann í kvøld heilar 17.500 krónur upp á at Luis Suárez beit Giorgio Chiellini. Hann hevði nevniliga sett 100 krónur á, at Luis Suárez fór at bíta ein mótleikara í hesum HM-endaspælinum. Oddsið var 175.

 

Tað er norska TV2, sum ber hesa søguna. Hann sigur í samrøðu við heimasíðu teirra, at hann einamest gjørdi hetta til stuttleikar. Hann trúði nevniliga ikki upp á, at tað fór at henda.

 

- Tað er í grundini heilt óveruligt. Eg sat sjálvsagt og hugdi at dystinum, og tá ið tað hendi byrjaði tað at streyma inn við boðum frá vinfólkum, sum vistu, at eg hevði sett pengar á tað. Tað er bara stuttligt, sigur hann.

 

Eins og flest øll onnur hevur hann ikki nógv til yvirs fyri gerðini hjá Luis Suárez í kvøld. Hóast stóra vinningin, so setir hann spurnartekin við hví hann blívur við at gera slíkt. - Eg byrjaði bara at flenna. Eg hugsaði við mær sjálvum, um hann veruliga var so býttur at gera tað umaftur, sigur hann við norska TV2.

 

Richard Helmersen sigur, at hann hevur ætlanir um at fara ein fótbóltstúr til Onglands í heyst fyri vinningin.