Ein sera heppin lotto-spælari í suðurspanska býnum Sevilla vann í kvøld 121 milliónir evrur ella 902 milliónir krónur. Vinningurin er tann næststørsti, sum nakrantíð er útgoldin í Spania. Tann størsti var 126,2 milliónir evrur ella 941 milliónir krónur, og varð goldin einum vinnara í Madrid í 2009.
Spanska lottotænastan hevur ikki sagt nakað um vinnaran. Tað einasta, sum er sagt, er, at viðkomandi keypti vinnaraseðilin í einari handilsmiðstøð í Sevilla.
Í oktober í fjør vann ein breti 129 milliónir evrur ella 962 milliónir krónur í Euromillion-lottospælinum. Hetta spælið varð stovnað í 2004 og umfatar londini Bretland, Belgia, Eysturríki, Írland, Luksenburg, Frakland, Spania, Portugal og Sveis.