Mogens fór til konsert leygardagin 17. august. Hetta var tann seinasta av trimum konsertum í sambandi við Listastevnuna, har nakrir av teimum frægastu gittarleikarunum á Føroya landi framførdu saman við øðrum tónleikarum. Atgongumerkini til konsertina kostaðu 175 krónur, og tað bleiv drigið lut millum øll atgongumerkini um ein ektaðan, handbygdan Bjarnasteingittara.
Mogens sigur, at tá konsertin var av, bleiv drigið lut, og hansara bleiv rópt upp. So skuldi hann upp á pallin at taka ímóti gittaranum.
- Eg trúði tí slettis ikki, visti ikki, hvat eg skuldi siga heldur, sigur Mogens.
- Eg visti, at tað fór at verða trekt lut um ein Bjarnastein gittara, men tað var ikki í mínum huga, at eg skuldi fara at verða tann hepni vinnarin, greiðir Mogens frá, meðan hann turkar eftir streingjunum á gittaranum við einum reinum klúti.
Og flottur er gittarin. Tað er púra vist. Mogens setur hann í eitt stativ á gólvinum.
Hetta er fyrstu ferð, at Mogens eigur ein el-gittara.
- Tað, at hann er hálvakustiskur vil siga, at hann er opin innaní, og tað gevur ein betri klang, greiðir Mogens frá.
Mogens greiðir frá, at tað er stórur munur á at spæla á ein vanligan gittara og so eina hálvakustiskan el-gittara.
- Tað er tí, at tað er ein heilt annar spælimáti. Og eisini koma tað fleiri óljóð, um ein ikki spælir reint á streingirnar. Tað krevur meiri venjing, sigur Mogens, sum spælir á gittara hvønn dag, hóast tað ikki er hansara ljóðføri, sum hann sjálvur tekur til.
- Nei, tað er heldur trummurnar, sigur hann og tá hann verður spurdur, um hann kundi hugsað sær at spælt gittar í einum bólki, er hann skjótur at svara, at um hevði verið í einum bólki, so hevði hann ikki verið gittar-spælari, men heldur trummuspælari.
Hann heldur, at tað kundi verið stuttligt at spælt við í einum bólki, men hann hevur ikki stundir til tað, sum er. Honum dámar sera væl bara at sita og spæla fyri seg sjálvan.
Ítróttur og tónleikur
Mogens Petersen greiðir frá, at hann hevur spælt gittar í umleið fimm ár nú.
- Eg plagdi at svimja nógv og vandi sera nógv við Ægi, men um 18 ára aldur, so trongdi eg til at skifta út. Eg varð troyttur av svimjingini. Eg byrjaði so at spæla trummur og onkuntíð setti eg meg so við gittara eisini, sigur hann.
Hann lærdi seg sjálvan at spæla upp á gittara, og tað hevur verið og er áhugin, sum drívur verkið hjá honum.
Mogens hevur verið sera virkin innan ítrótt og kanska serliga svimjingina. Og hann heldur, at tað at ein hevur verið virkin í ítrótti er ein fyrimunur, óansæð, hvat ein so fer í holt við.
- Tí eitt ítróttarfólk veit, hvat tað er at skula geva alt. Kanska eru svimjarar í eini serstøðu á hasum økinum, tí svimjing er ein einstaklinga ítróttargrein, har ein er noyddur at koyra á seg sjálvan. Ein veit, at ein má pressa seg sjálvan meira og geva 100 % fyri at verða betur. Og tað er tað sama innan tónleikin, meira tú venur betur verður tú. Sjálvandi eru tað summi, sum eru fødd við serliga góðum evnum til tónleik ella annað, og tey eru sjálvandi sera væl fyri. Men eg trúgvi upp á, at ein við miðvísari og nógvari venjing kann blíva sera góður, sigur Mogens Petersen.
Hann sigur, at hóast ítróttur og tónleikur ikki kunnu sammetast, so heldur hann, at tað hevur bert verið gott fyri hann, at hann hevur verið uppi í ítrótti eisini.
Her hugsar hann um, at tá veit ein, hvat tað er at verða troyttur, og at onkrir dagar eru verri enn aðrir. Mogens gavst fullkomuliga við ítrótti, tá hann var 18 ára gamal, og fekst síðani fyrst bert við tónleikin. Men í dag ger hann eitt sindur við bæði.
- Nú er tað kombinerað. Í fyrstuni tá eg gavst at svimja, helt eg meg vekk frá øllum ítrótti. Eg veit ikki, eg var helst bara so troyttur av tí tá, sigur hann.
Honum hevur altíð dámt væl tónleik, og hann hevur ein gamlan kassagittara, sum hann hevur sitið og spælt við.
- Ja, hasa plagdi eg at spæla uppá, men ikki longur, sigur hann og tekur Bjarnastein gittaran upp aftur og fer at spæla nakrar tónar.
Mogens hevur ofta hugsað um at keypt sær ein el-gittara, men hann sigur, at tað hevði helst ikki verðið til ein Bjarnastein gittara. Ein Bjarnastein gittari er ikki ein av teimum bíligu í landinum. Mogens sigur, at sum hann hevur skilt tað, so ger hesin gittarbyggjarin bert gittarar upp á bílegging. Men hesa hevði hann so gjørt til sín sjálvan.
- Eg havi frætt, at um hann hevði ætlað at selt hann, so hevði hann selt hann fyri umleið 18.000 krónur. Eg hevði ongantíð trúð, at eg fór at eiga ein so dýran og flottan gittara, sigur hann at enda.