Vantandi haldføri ein váði fyri búskapin

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevði aðalfund fríggjadagin.

Fríggjadagin í farnu viku var aðalfundur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eitt gjøgnumgangandi tema í ársfrágreiðingini frá nevndini var, at tað almenna má gera tiltøk fyri at betra um haldførið. Higartil er einki konkret uppskot frá nýggja landsstýrinum, sum skal økja um virðisskapanina í Føroyum. Ei heldur nøkur átøk at avmarka skjótt vaksandi almennu útreiðslurnar.

 

Í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fram fyri aðalfundin fríggjadagin, vóru ymiskir boðskapir til politisku skipanina. Eitt gjøgnumgangandi tema í frágreiðingini var, at tað almenna má gera meira fyri at betra um langtíðar haldførið í almenna búskapinum.

 

Hugurin at brúka pengar er stórur. Hugurin at vaksa um føroyska búskapin fyri harvið at styrkja haldførið er nógv minni. Fyri vinnulívið, sum er vakstrarmotorurin í føroyska búskapinum, er tað torført at minnast eitt einasta uppskot, sum hevur haft til endamáls at betra um karmarnir fyri vinnulívið. Tvørturímóti hevur tað higartil snúð seg um at økja gjøld, og at avmarka møguleikar. Tað er ikki ein strategi, sum ber á mál í longdini.

 

Vit byggja ikki land við at avmarka møguleikar. Vit byggja land við at skapa nýggjar møguleikar og við at eggja til fyritakssemi millum tað fólk og tær fyritøkur, sum húsast í Føroyum. Bert á henda hátt fáa vit tær neyðugu inntøkurnar til at skapa vælferð fyri fólkið, sum her býr. Hetta er neyðugt at hava í huga, nú ætlanir eru um at regulera arbeiðsvikuna, og gera aðrar broytingar, sum vaksa um útreiðslurnar og minka um inntøkurnar hjá bæði tí privata og tí almenna.

 

Líka neyðugt er tað, at tað almenna hugsar meira um útreiðslusíðuna hjá tí almenna. Tørvur er á einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum avmarkar vøksturin í almennu útreiðslunum. Eisini er tørvur á, at tað almenna ger nýskipanir, sum kunnu effektivisera almenna sektorin. Økt gjøld og øktur skattur á vinnuna má ikki blíva ein koddi, sum hevur við sær, at vit ikki gagnnýta teir effektiviseringsmøguleikar, sum eru í einum betraðum undirstøðukervi og øktari talgilding.

 

Les ársfrágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her