Vantandi hjálp til ferðavinnu í djúpari kreppu

– Mær dámar illa at grenja um eina hjálpandi hond, men hjálparpakkin til ferðavinnuna hevur ikki verið nóg góð hjálp. Betur var um pakkin dekkaði ein part av mistum inntøkum.

Soleiðis skrivar Magni Blástein, sum skipar fyri fiskiferðum við ferðafólki.

– Eg misti 60 prosent av søluni av fiskiferðum í fjør og hevði mín fyritøka havt skuld, so var eg noyddur at gevast, skrivar hann í uppslag á Facebook.

Hann heldur, at hjálparpakkin átti at tikið støði í mistari inntøku og endurgoldið t. d. 30 prosent, tí landið bleiv so at siga stongt helvtina av sesongini.

– Um vit, sum hava smáar ferðavinnufyritøkur mugu gevast, so verða færri upplivingar til ferðafólk, og tá gerast Føroyar minni spennandi sum ferðamál.

Fríggjadagin boðaði Gist & Vist, sum eigur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hotel Vágar, Koks og nógvar aðrar matstovur, frá, at undirskotið var 12,8 milliónir krónur við almenna stuðlinum upp á 10,2 milliónir. Tað vil siga, at hallið er 23 milliónir krónur í mun til eitt yvirskot í 2019 upp á 13,1 millión krónur. Tað er ein munur upp á 36,9 milliónir.