Vantandi útbjóðingarpolitikkur er ein meinbogi fyri føroyskt vinnulív

Tað hevur verið tosað í rúma tíð um at fáa orðað lóggávu og meginreglur fyri útbjóðing av almennum arbeiðum og verkætlanum, men meðan vit bíða eftir hesum politikki, verða alsamt fleiri uppgávur hjá tí almenna als ikki bodnar út.

Um hetta er eitt tilvitað val til tess at fáa høvi til at seta almennar verkætlanir í gongd sum skjótast uttan útboð, nú val stendur fyri durum, skal eg lata vera ósagt, men tað er als ikki nøktandi fyri menningina og framburðin innan føroyskt vinnulív.

Tað eru fleiri fesk dømi um, at landsstýrið skúgvar til viks útboð av almennum verkætlanum. Nevnast kann m.a. nýggja skattaskipan fyri 25 mió. og prosjekteringin av nýggja psykiatriska deplinum á landssjúkrahúsinum til góðar 300 mió., har projekteringsupphæddin er áleið 10-15 % av hesari upphædd. Hetta leggur eina køvandi hond yvir KT-vinnuna eins og ráðgevaravinnuna.

Tað kann sjálvsagt vera sera freistandi at fáa uppgávurnar gjørdar í skundi og at leypa tung prosjekteringsumfør um og at sleppa undan at gera útbjóðingartilfar v.m., men politiska skipanin hevur eina skyldu til at umsita skattaborgarans pening á ein skynsaman hátt. Allar størri almennar verkætlanir, um tað eru vegir, bygningar, KT- skipanir, prosjekteringar av ymsum slagi eiga at verða bodnar út, soleiðis at tryggjað verður, at vit fáa bestu verkætlanina fyri minst møguligan pening, umframt at tryggjað verður kappingarførið í vinnuni.

Vit tosa øll um, at vit skulu hava onnur bein at standa á enn bara fiskivinnuna, men við førda politikkinum í løtuni køva vit menningina av okkara privata vinnulívi, sum kundi givið landinum tær eyka inntøkurnar, sum vit veruliga hava tørv á. Meðan vit bíða eftir almennu reglunum um útbjóðing, hava vit ein almennan útbjóðingarpolitikk, har tilvildin ræður, og har hugsjónin til útbjóðing er tengt at hugburðinum hjá tí einstaka landsstýrismanninum mótvegis vinnuni. Hetta er ikki røktandi og má og skal broytast, um vit vilja forða fyri, at enn fleiri fólk í vinnuni rýma av landinum.

Undir heitinum öEitt sterkt vinnulív û eitt sterkt samfelagö verður árligi vinnudagurin settur í morgin. Hóast nógv bendir á, at politiska skipanin ikki tekur hesi orðini í tí álvara tey eru søgd, so skal tað verða mítt ynski, at politiska skipanin tekur hesi orð til sin, og setir øll segl til fyri at menna og stimbra føroysku vinnuna til frama fyri tann føroyska búskapin.

Góðan vinnudag