Hetta framgongur av samskifti millum Vinnumálaráðið og advokatin, sum stjórnaði aðalfundinum hjá Atlantic Airways.
Samskiftið er frá oktober mánaði í 2012, tá Bjarni A. Bjarnason hevur boðað frá, at hann fór úr formanssessinum og nevndini í flogfelagnum. Upprunaliga ætlanin var tá at kalla inn til eykaaðalfund, men hesin varð seinni frávaldur, soleiðis at nýggjur nevndarlimur ístaðin varð valdur á regluliga aðalfundinum, sum var í mars mánaði í 2013.
Seinast í oktober mánaði spyr Søren Pram Sørensen, leiðandi løgfrøðingur í Vinnumálaráðnum, Djóni Thomassen, advokatur og vanliga fundarstjóri hjá Atlantic, um mannagongdirnar um uppskot til nevndarlimir og nevndarformann frá valnevnd, skulu nýtast á einum komandi aðalfudni.
Tað vil siga, at bara hálvt ár eftir, at reglurnar fyri nevndarval vórðu samtyktar, ivast eigarin (Vinnumálaráðið) í, um hesar reglur yvirhøvur skulu nýtast. Reglur, sum annars skulu tryggja, at Atlantic Airways fylgir teimum leiðreglum um góðan leiðslusið, sum partabrævamarknaðurin krevur.
Víðari skrivar Søren P. Sørensen í fyrispurningi sínum:
“Er tú samdur við mær í fylgjandi sjónarmiði:
Tá landsstýrsismaðurin einsamallur á eykaaðalfundinum kann avgera, hvør skal veljast í nevndina og verða formaður, gevur tað lítla mening, at valnevndin kemur við uppskotum, sum landsstýrismaðurin ikki kennir og ikki kann góðkennað, og tí má landsstýrismaðurin í góðari tíð frammanundan eykaaðalfundinum verða kunnaður um, og góðtaka møgulig uppskot frá valnevndini.”
Djóni Thomassen svarar sama dag hesum parti av fyrispurninginum soleiðis:
“Eg eri samdur við tær í, at tað gevur ikki nógva meining, at valnevndin skjýtur persónar upp, sum kapitaleigarnir ikki taka undir við – ella skjýtur persónar upp so seint, at kapitaleigarnir ikki hava stundir at fáa kunnleika til hesar persónar og meta um førleika teirra.
Kapitaleigarnir eru ikki bundnir av uppskotum frá valnevndini. Kapitaleigarir kunnu altíð skjóta aðrar persónar upp til nevndarval á aðalfundinum og velja teir í nevndina.”
Ístaðin fyri at halda eykaaðalfund varð nevndin umskipað, og tók Kaj Johannesen við sum fyribils formaður. Hann hevur áður sagt við Rás2, at tað var eftir uppskoti frá Johan Dahl, sum umboðar 2/3 av partapeninginum í Atlantic Airways, at Bergur Poulsen varð innstillaður til nevndarvalið. Seinni valdi Johan Dahl tó sjálvur at síggja burtur frá hesum tilmæli, og valdi hann ístaðin Niels Mortensen til nevndarformann.