Týsdagin 3. februar fyllir Malla Olsen á Toftum 100 ár, og í hesum sambandi verður føðingardagshald í missiónshúsinum Tabor á Toftum frá klokkan 15-18.
Malla er fødd 3. februar í 1915 við Gjógv. Foreldrini vóru Óli Berg frá Gjógv og Anna, fødd Hansen, av Nesi. Tá Malla var tvey ára gomul, doyði mamman, eftir stutta sjúkalegu. Hon doyði frá fimm smáum børnum - og pápin, sum var sjómaður, var burtur um hetta mundi.
- Tá pápin kom heim, var bert eitt at gera hjá honum - tað var at fáa onkran av børnunum út til familjuna at vera, tí tá í tíðini var eingin almenn hjálp at fáa.
Nes kommuna veit at siga, at Malla fór til abba og ommu sína á Nesi. Har var hon, til omman doyði. Tá var Malla sjey ára gomul. Eftir at omman var deyð, fóru hon og abbin oman á For á Nesi til sonin, Jens og Sannu, at búgva.
- Pápi Mallu segði mangan, at tyngstu spor, hann nakrantíð hevði gingið, var, tá hann bar Mallu í einum leypi norðan úr Gjógv til Skálabotn. Haðani varð farið við báti út á Nes, men leypurin var tyngri at bera norður aftur tómur.
Nes kommuna veit at siga, at Malla sum ung fór til Havnar at arbeiða á Sjúkrahúsinum. Síðani passaði hon børn og hús hjá eini enskari familju, sum búði úti í Tinganesi.
- Meðan Malla var í Havn, møtti hon Bernhardi Olsen, sum var ættaður av Toftum. Bernhard var sjómaður og sigldi út frá Havnini. Tá tey høvdu gingið saman eina tíð, bygdi hann teimun hús á Toftum. Bernhard doyði 20. august í 1991, 78 ára gamal.
Lagt verður aftrat, at Malla Olsen búði einsamøll í húsunum, til hon varð 97 ár - uttan nakra heimahjálp. Malla hevur altíð sett eina æru í at klára seg sjálva.