Jan Müller
Nýggi formaðurin í danska vintraflokkinum, Anders Fogh Rasmussen, sum varð á stuttari vitjan í Føroyum í farnu viku, er ikki ein og hvør í donskum politikki. Meiningarkanningar vísa, at Vinstraflokkurin hevði verið størstur um val var nú, og nógvir eygleiðarar vilja vera við, at eitt komandi stjórnarskifti í Danmark, nær tað so enn verður, fer at hava við sær, at Anders Fogh Rasmussen verður forsætisráðharri.
M.a. út frá tí møguleikanum og annars tí miðlinjustøðu, sum formaðurin í Vinstra hevur tikið, má vitjanin hjá Anders Fogh Rasmussen í Føroyum sigast at vera áhugaverd.
Sjónarmiðini hjá hesum framstandandi danska pol-itikaranum um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hava verið nógv frammi í føroyskari pressu seinastu dagarnar.
Sosialurin spurdi Anders Fogh Rasmussen, áðrenn hann fór avstaðaftur, hvat hann hevur at siga til teir føroyingar, sum hava sum fremsta mál stovnseta ein føroyskan stat og sum skal vera óheftur av blokki úr Danmark!
Livifótur minkar
-Verða Føroyar ein suverenur statur og harvið koma at missa millardaupphædd úr Danmark, so fer tað at minka um livifótin í Føroyum. Tað fer tað at gera í nógv nógv ár. Ein má tí gera upp við seg sjálvan, um tað er tað vert. Men hetta er tykkara avgerð sigur Anders Fogh Rasmussen, sum avgjørdur leggur aftrat:
-Var eg føroyingur, hevði eg ikki torað tað.
Anders Fogh Rasmussen undirstrikar, at hann ongan áhuga hevur at leggja seg út í føroyskan politikk ella seta forðingar í vegin fyri teimum ynskjum, sum føroyingar hava. Men hann heldur tað vera náttúrligt og rætt av sær sum politikari í tí ríkisfelagsskapi, sum bæði Danmark og Føroyar framvegis eru partur av, at siga sína hugsan um týdningin av ríkisfelagsskapinum og annars um, hvørjar avleiðingar, hann metir ein broytt støða so ella so kann hava fyri Føroyar.
Anders Fogh Rasmussen heldur sjálvur, at tað ber til at røkka langt á sjálvstýrisleið við eini minni broyting í verandi heimastýrislóg. Tað er avgjørt møguleiki fyri at kunna ganga føroysku ynskjunum um at kunna yvirtaka fleiri mál og fáa tey á føroyskar hendur, innan fyri verandi karmar.
-Kemur eitt ynski fram frá føroyskari síðu um at nútímansgera Heimastýrislógina, so vilja vit stuðla tí ynskinum.
Stuðlar yvirtøku av politi og kirkju
-Men nógvir føroyingar halda ikki hetta vera nokk. Tað eru tey, sum vilja hava eina heilt nýggj lóg, sum kann avloysa Heimastýrislógina, og tað eru tey, sum vilja hava fullveldi. Hetta eru tey, sum í dag sita við meirilutanum í landsstýrinum!
-Eg havi skilt hetta, men hugsa vit um, hvat ynski verður sett fram um, og vit hyggja eftir t.d. skúlaøkinum, sosiala økinum, heilsuøkinum osfr. og spyrja, um ikki alt hetta kann koma á føroyskar hendur , so er mítt svar, at hetta ber longu til innan fyri verandi Heimastýrislóg. So eru tað onnur øki, so sum politi, flogferðsla og kirkja. Kemur eitt uppskot frá føroyskari síðu at fáa hesi økini gjørd til serføroysk mál eisini, so vilja vit avgjørt stuðla tí.
Anders Fogh Rasmussen sigur seg tí ikki kunna síggja, at tað eru øki, sum ikki kunnu yvirtakast av Føroyum, men hann skundar sær at leggja aftrat, at hetta er tó við undantaki av uttanríkis-, verju- og trygdarpolitisku økjunum.
-Tað verður nevniliga ómetaliga dýrt hjá føroyska samfelagnum at yvirtaka hesi øki.
Kenslur
-Men skilur tú ikki teir føroyingar, sum ikki eru nøgdir bara við at arbeiða víðari innan fyri Heimastýrislógina ella at fáa eina nýggja lóg, sum kann avloysa hana - men sum vilja taka fulla stigið móti fullveldi?
-Eg skilji teirra kenslur. Og her má eg so loyva mær eisini at leggja fram mínar kenslur sum dani og sum ein partur av Ríkisfelagsskapinum, nevniliga, at eg hava nógvar kenslur yvir fyri nettup Ríkisfelagsskapinum. Har eru søgulig, mentanarlig og persónlig bond millum danir og føroyingar, sum eg leggi alstóran dent á at kunna varðveita og menna. Og tí sigi eg, at í praksis kunnu Føroyar fáa sjálvstýri á nógvum økjum uttan at fara úr ríkis felagsskapinum. Og tí spyrji eg eisini: Hví gera so nógv burtur úr hesum!
Ríkisfelagskapurin altavgerandi
Anders Fogh Rasmussen heldur ríkisfelagsskapin hava so stórt virði, at sjálvt ikki stór oljufund og harvið stórar inntøkur til føroyska samfelagið áttu verið orsøk nokk til at upployst henda felagsskap.
-Fyri meg snýr ríkisfelagsskapurin seg um nakað nógv meira enn bert pengar. Eg veit væl, at spurningurin um týdningin av blokkinum er nógv frammi í orðaskiftinum, men fyri meg snýr ríkisfelagsskapurin seg um nakað meira enn hetta við blokki og pengum, at kunna varðveita vælferð osfr. Tað snýr seg um solidaritet millum tvey fólk, sum hava staðið saman í øllum í fleiri hundrað ár.
Eg trúgvi, at tað fyri eitt lítið samfelag sum tað føroyska er sera virðismikið at kunna vera í ríkisfelagskapi við eitt størri samfelag. Tí vil eg vera við til at menna og nútímansgera heimastýrislógina.
Blokkurin koddi ella?
Í orðaskiftinum um blokk og fullveldi hevur verið frammi, at blokkurin úr Danmark forðar fyri eini náttúrligari menning av føroyskum vinnulívi. Blokkurin virkar rætt og slætt sum koddi. Anders Fogh Rasmussen, sum sjálvur hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur og eisini hevur verið fíggjarmálaráðharri í danskari stjórn, heldur ikki, at blokkurin - um hann verður brúktur rætt - er nøkur forðing fyri framtíðar menning av føroyskum vinnulívi.
-Eg eri ósamdur í tí, tí tað veldst um hvussu tú umsitur blokkin. Umstitur tú hann við fíggjarligum skili, so nýtist hann ikki at oyðileggja búskapin. Men brúkar tú pengarnar til at geva tilskot til vinnulívið heldur enn at menna eitt sjálvberandi vinnulív, so ger hann skaða.
Annars heldur Anders Fogh Rasmussen, at tað er ein góður málsetningur at hava at gera tað føroyska samfelagið óheft og búskaparliga sjálvberandi og óheft av tilskoti frá Danmark.
-Tað er ein verdugur málsetningur. Men tað krevur, at tað verður útviklað ein størri privat framleiðsla, og tað krevur so aftur eitt størri kappingarføri í Føroyum. Og har haldi eg tað verður sera torført at vera blokkin fyriuttan í hvussu so er í eitt tíðarskeið.
Undirgrundin
Nógv hevur verið tosað um undirgrundaravtaluna millum Føroyar og Danmark. Tað eru tey, sum halda, at Føroyar als ikki hava fingið ognarrættin til møgulig ráevni í undirgrundini við tí avtaluni. Vit hava bert fingið rættin til at umsita tey. Anders Fogh Rasmussen var fíggjarmálaráðharri í tí stjórn, sum í 92 gjørdi avtalu við landsstýrið um undirgrundina. Hvat hevur hann at siga til ivan, sum hevur tikið seg upp um avtaluna!
-Eg standi við ta avtalu, sum varð gjørd í 1992 um lata føroyingum undirgrundina. Eg haldi eisini, at tað liggur í avtaluni, at rætturin til møgulig ráevni í undirgrundini er latin føroyingum. At hesi ráevni eina og aleina eru føroysk ogn. Tað er mín uppfatan av hesi avtalu. Men eg vil harvið eisini minna á, at hendir tað, at Føroyar finna olju og fáa munandi inntøkur frá tí olju, sum ein hevur ognarrættin til, so hevur tað við sær, at Danmark kann spara nakað av pengunum, sum verða latnir sum blokkur.
Anders Fogh Rasmussen leggur annars dent á, at hann skilur avtaluna sum at Føroyar fólkarættarliga sæð hava ognarrættin til undirgrundina og ráevni í hendi.
Ein spurningur, sum eisini varð nógv frammi, tá Anders Fogh Rasmussen var ráðharri, var marknatrætan millum Føroyar og Danmark og so Bretland.
Vit spurdu hann, um ikki danir øll hesi ár hava gjørt ov lítið fyri at hjálpa føroyingum við at fáa eitt gott úrslit?
-Eg haldi vit hava gjørt tað vit hava kunnað. Sum eg havi skilt, so er málið nærri eini loysn nú enn fyrr, og havi eg eisini frætt, at danska stjórnin hevur gjørt eina roynd at ávirka bretsku stjórnina, og at hetta kanska eisini er ein av orsøkunum til, at tað nú vónandi finst ein loysn.