Vár føroyskt met í Ungarn

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í morgun føroyskt met, tá hon á ungarsku meistarastevnuni á langgeil í Debrecen svam 800m frí við tíðini 9:06.88.

 

Gamla metið, sum Vár sjálv átti, var 9:08.50 frá apríl 2019.

 

Vár hevur síðan byrjanina av februar verið í Budapest í Ungarn, har hon venur við felagnum BVSC.

(Myndin er frá RIG í Íslandi í januar. Sundsamband Íslands eigur myndina.)