Var forseti í ein mánað

William Henry Harrison gjørdist sjúkur eftir, at hann var tikin í eið, og hann kom ongantíð fyri seg aftur 9. forsetin í USA var William Henry Harrison. Hansara forsetaskeið gjørdist ógvuliga stutt.

4. mars í 1841 varð hann tikin í eið sum forseti. Í tí sambandi helt hann longstu taluna, sum nakar forseti hevur hildið, tá ið hann er tikin í eið. Tað regnaði og var kalt, tá ið Harrison røddi í knappar tveir tímar.

Forsetin hevði ikki latið seg í eftir veðrinum. Hann var heldur ikki nóg væl ílatin, tá ið hann eftir røðuna - á heystbaki - reið túrin frá Kongressini og til Hvítu húsini.

Harrison legðist við krími, og 4. apríl ella 32 dagar eftir, at hann varð tikin í eið, doyði hann.