Ein maður varð í Føroya rætti í gjár varðhaldsfongslaður í 15 dagar fyri at at hava stungið vinmannin í beinið við einum knívi, umframt at hann hevði sent boð til fyrrverandi unnustu sína umvegis appuna Snapchat, har hann hevði hótt at gera enda á henni og síðani sær sjálvum.
Knívatilburðurin var farin fram leygarkvøldið, har skuldsetti maðurin var farin á vitjan hjá vinmanninum, og har var kjakast um politikk.
Tað kom til ilnar millum teir báðar, og endin varð, at meðan teir beistaðust, stakk skuldsetti maðurin hin mannin í beinið við einum knívi, sum hann hevði í lummanum.
Skuldsetti maðurin noktaði seg sekan, tí sambært honum hevði hann bert virkað í sjálvverju.
Les meira um málið í Sosialinum, ið er at lesa á netinum her.