Á rættarfundi í morgun varð varðhaldsfongslingin av 32 ára gamla kroatanum, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjal Petur Hansen, enn einaferð longd.
Rættarfundurin skuldi byrja klokkan 09.15, men klokkan var 9.55, áðrenn ákærin kom í rættarhølið. Hon Linda Hesselberg hevði tá í drúgva tíð tosað við tey vavarðandi hjá Pidda í øðrum rúmi í rættarhølinum.
Eftir fundin vildu tey avvarðandi einki siga um tað, sum var farið fram handan læstar dyr.
Skuldsetti tóktist ikki tygndur av álvarsomu skuldsetingunum móti sær, og flenti og skemtaði, meðan hann bíðaði eftir, at rættarfundurin skuldi byrja. Millum annað spurdi hann gjøgnum verja sín, Annfinn V. Hansen, um politiið kundi steðga á veg niðan í Mjørkadal, so hann kundi keypa eitt Sudoku-blað.
Ákæruvaldið heldur fast við skuldsetingarnar, sum áður eru settar fram móti skuldsetta. Tær eru í fyrsta lagi eftir §237 um dráp, og í øðrum lagi eftir §246 um harðskap við deyðanum til fylgi.
Skuldsetti noktaði seg sekan, og hareftir bað ákærin um at hurðarnar vórðu lætnar aftur, og tí eftirlíkaði dómarin.
Fundurin endaði við, at varðhaldsfongslingin varð longd í fýra vikur aftrat.