Varðin Pelagic á Tvøroyri er Ársins Átak 2012. Tað var Niels Winther, sum á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum seinnapartin handaði teimum henda heiðurin.
Í taluni grundgav hann frá dómsnevndini, at pelagiska virkið á Tvøroyri, sum hevur skapt 90 arbeiðspláss, er ein framúr væl úr greiddum hondum verkætlan. Hann nevndi, at pelagiska virkið er eitt hitt størsta av sínum slag í heiminum og er ein varði fyri suðuroynna og Føroyar sum heild.