Við eini tíð, sum var á leið hálvt sekund verri enn persónliga metið hjá Jóan Karl uppá 53,17 endaði hann á einum sjeynda plássi, og vann seg harvið ikki víðari í kappingini. Men tað vildi hann heldur ikki, um hann rann upp til sítt besta. – Har var ikki tað stóra at gera. Vindurin eftir breytini órógvaði meg kanska nakað, men tað er jú eins fyri allar. So talan vildi undir ongum umstøðum verið um víðari luttøku, segði kollfirðingurin, tá vit hittu hann eftir kappingina.