Størsti partaeigarin í Atlantsflogi følir seg snýttan av landsstýrinum.
Tað gjørdi hann greitt á aðalfundinum hjá felagnum fríggjakvøldið.
Fyri yvir fimm árum síðani einskildi landsstýrið ein triðing av Atlantsflogi.
- Tá varð sagt, at ein triðingur av Atlantsflogi afturat skuldi einskiljast, staðfesti Eyðfinnur Jacobsen, sum umboðar størsta privata partaeigaran í Atlantsflogi, Adrian Noskwith.
Og tað var beinleiðis orsøkin til, at Adrian Noskwith yvirhøvur keypti seg inn í felagið.
Men landsstýrið hevur víst seg at vera orðloysingar, tí síðani er onki hent og tvørtur ímóti hevur landsstýrið boðað frá, at ongar ætlanir eru um at einskilja størri part í felagnum.
Adrian Noskwith keypti síni partabrøv fyri kurs 261.
Men av tí at onki hendi meiri, hava partabrøvini ligið steindeyð síðani. Samstundis er virðið fallið niður í helvt og seinastu tíðina hevur kursurin ligið um 130-140, ella bara helvtin av tí, tey vórðu keypt fyri.
- Tað er helst eisini orsøkin til, at lítil og ongin handil er við partabrøvum hjá Atlantsflogi staðfesti Eyðfinnur Jacobsen.
Av tí at landsstýrið ikki vil einskilja størri part í Atlantsflogi, mugu privatu partaeigararnir ásanna, at teir koma aldrin at eiga meiri enn hendan sama triðingin.
- Sostatt hava teir onga ávirkan og koma heldur aldrin at hava nakra ávirkan á felagið og av tí sama hava teir heldur ongan møguleika at økja um virðið á partabrøvunum.
Á aðalfundinum skeyt størsti privati partaeigarin tískil upp, at privatu eigararnir skuldu fáa framíhjárætt, tá ið vinningsbýti verður útlutað og somuleiðis um tað skuldi hent, at felagið verður avtikið.
Hann ivast ikki í, at verður hetta samtykt, fer tað at økja um virðið á partabrøvunum og nettupp tað er fremsta endamálið við uppskotinum.
- Tað er so lítil handil við partabrøvum í Atlantsflogi, at okkurt má gerast og hetta er einasti møguleiki, vit síggja, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Leysur fílur
- Tað er týðiligt, at ein fílur er leysur.
Soleiðis málbar Parker Donham seg á aðalfundinum hjá Atlantsflogi.
Eisini hann umboðaði størsta privata partaeigaran, Adrian Noskwith á aðalfundinum hjá Atlantsflogi.
Og fílurin, hann sipaði til, var støðan, privatu partaeigararnir eru komnir í við tað at landsstýrið ikki vil einskilja størri part av Atlantsflogi.
- Vit hava hildið okkara part av avtaluni og vit hava sett pengar í Atlantsflog í góðari trúgv.
- Men tað hevur landsstýrið ikki og úrslitið er, at handilin við partabrøvum er steindeyður.
Hann vísur á, at partabrøvini eru hækkað eitt lítið sindur, men tey eru kortini so lág, at í roynd og veru er hækkingin meiningsleys.
- Tað er støðan, vit eru í, nú fimm og eitt hálvt ár eftir einskiljingina.
Parker Donham segði, at hetta er ein trupulleiki, sum ikki fer at hvørva, fyrrenn hann er loystur.
- Men verður hetta uppskotið samtykt, fer tað uttan at iva at økja um virðið á partabrøvunum og fer at gera tað lættari hjá landsstýrinum at fáa góðan prís fyri felagið, skuldi tað komið hartil, at størri partur av felagnum ferður einskildur.
Blokeraði
Fyri at uppskotið skuldi verða samtykt, kravdust at tveir triðingar av partabrøvunum skuldi atkvøða fyri.
Sostatt stóð og fall málið við, hvussu Johan Dahl, sum umboðaði landsstýrið, ið eigur tveir triðingar av felagnum fór at atkvøða.
Hann atkvøddi nei og sostatt fall uppskotið.
- Eg umboðið fyrst og fremst áhugamálini hjá tí almenna, altso føroyska skattgjaldaranum, og tað sigur seg sjálvt, at eg kann ikki vera við til at seta almennu Føroyar í eina verri støðu og at lækka um virðið hjá tí almenna, sigur Johan Dahl í stuttari viðmerking til atkvøðugreiðsluna.
Tilsamans atkvøddu partabrøv fyri 876.503 krónur og tað er 84,7% av øllum partabrøvunum.
Ein atkvøða var ímóti, men tá ið tað var nettupp Johan Dahl, sum eigur tveir triðingar av felagnum, fall uppskotið við einum braki.
Hann umboðar 693.450 krónur í partapeningi.
Ein atkvøða var blonk, hon umboðaði 23.400 krónur av partapengunum.
21 atkvøður vóru fyri og tær umboðaðu 159.653 krónur av partapengunum.
Annars samtykti aðalfundurin at útluta 4 milliónir í vinningsbýti hesuferð.
Tað eru 3,86 krónur fyri hvørt partabræv á 100 krónur og 8,5% av ársúrslitinum.
LES EISINI GREININA: Johan Dahl finst at stjóranum í Atlantsflogi
LES EISINI GREININA: Ongin orsøk at føla seg snýttan
LES EISINI GREININA: Trupulleikin við eigarunum í Atlantsflogi má loysast