Varðveita frádráttin til sjómenn!

Stórsta vinnan hjá okkum eigur verða stuðla fult út. Skal tann meinigi borgarin og skulu privatar fyritøkur klara seg í framtíðini, eiga vit at halda fæst við høvðusvinnuna sum hevur stóran týdning fyri land okkara.

Fyri at borgara skula trívast sum sjómenn, eiga vit ikki at tosað um at skerja ella taka burtur tann skattafrádrátt teir fáa ídag, heldur skula vit halda fram við hesum, og virða okkara sjómenn fyri tað teir eru fyri land okkara.

Vit áttu at sæð hetta sum ein góðan stuðul fyri landið, og heldur roynt at hildi fæst við manningina á skipunum, og fingi áhugan upp hjá ungum røskum monnum fyri sjólívinum.

Landi hevur brúk fyri hesari vinnu, og sjálvandi skal tað hava sín fyrimun, fyri tann sum váðar lív sítt á havinum og er burtur frá familju stóran part av árinum.