Á aðalfundi í Bátsfelagnum Tjaldrinum á Tvøroyri tann 3. februar 1999 varð avgjørt, at navn felagsins framyvir skal vera Bátafelagið Naddoddur.
Bátafelagið Naddoddur, hvørs endamál er at varðveita gamla føroyska bátin og ta aldargomlu siglingarmentan, sum knýtt er at honum, hevur í løtuni 12 gamlar, føroyskar bátar um hendi. Fólk, ið eru góð við gamla, føroyska bátin og gomlu, føroysku mentanina, hava latið bátafelagnum teir ókeypis.
Felagið heldur til í stórum neysti á Tanganum á Tvøroyri. Neystið, sum P/F N. J. Mortensen hevur latið felagnum til gávis, er millum manna best kent sum »neystið hjá Naddoddi«.
Felagið, sum nú hevur navn eftir forna forfaðiri føroyinga, Naddoddi Víkingi, sum var tann norrøni maðurin, ið fyrstur av øll-um fann Ísland, hevur latið seksæringin »Naddodd« smíðað.
Naddoddur og manning hansara hava, sum flestum føroyingum kunnugt, gjørt tvey roysnisverk í anda gomlu víkingaforfedra okkara.
Fyrsta bragdið var tá róð var og siglt við seglum til Noregs og heim aftur á sumri 1997. Annað bragdið varð gjørt, tá báturin við 4 monnum róði til Íslands á sumri 1998.
Felagið arbeiðir í løtuni við at fáa neystið so háttað, at tað kann vera miðdepil fyri siðsøguligari siglingarmentan, og at innrætta tað soleiðis, at heimligir eins og fremmandir ferðandi siglingarmenn kunnu gista í tí.
Ætlanin er eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum, t.d. siglingarmentanarligum fyrilestrum, undirhaldi o.ø.
Í summar er ætlanin at hava »harmonikutreff« á Trongisvágsfirði eitt vakurt summarkvøld við luttøku av alskyns bátum. Aftan á verður hugnaløta í neystinum.