Ávara ímóti krússum sum geva vandamikil evni frá sær

Fólk verða biðin um at beina tey burtur

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av krússum. Talan er um Troligtvis krúss frá Ikea og orsøkin til, at ávarað verður ímóti teimum, er at vandi er fyri at tey geva stórar nøgdir av evninum, diubuthyl ftalat, dph, frá sær.

Samstundis hevur Ikea sjálvt eisini tikið hesi somu krússini av hillini. Talan er um krúss í øllum litum, og tey eru merkt: »Made in India« og Vøran er seld í øllum Ikea handlum síðan í oktober í fjør.   

Mark er sett fyri, hvussu nógv dhp ein vøra kann lata frá sær og tær vørur, sum lata meiri frá sær enn hámarkið er, eru eiga ikki at koma í samband við matvørur.

Ftalat er eitt evni sum verður brúkt í nígvum plastvørum fyri at gera tær bleytari, og vørur, við hesum evninum í sær, geva tað frá sær aftur, sum frálíður.

Evnið hevur avleiðingar fyri nøringarevnini og hormonjavnvágina hjá fólki, og tí er mark sett fyri, hvussu nógv av hesum evnum, kunnu vera í teimum vørum, sum verða seldar.

Røra fólk við ein lut við dph í, kann tað upptakast ígjøgnum húðina og evni kann eisini seta seg á tað, sum er rundan um og á tann hátt kann tað spjaðast runt. 

Ved direkte hudkontakt kan ftalater fx afgives og optages over huden, og ftalater kan afgives fra produkter og binde sig til overflader i hjemmet og til støvpartikler. Dermed kan ftalater spredes i miljøet og fødekæderne, og de kan indåndes eller indtages, fx hvor de findes i indeklimaet.