Danska matvørustýrið ávarar brúkarar ímóti at keypa kostískoyti á heimasíðuni biovea.dk. Danska matvørustýrið hevur staðfest, at heimasíðan selur kostískoyti, ið innihalda evnir og plantur, ið kunnu viðføra heilsuvanda.
Kostískoytini vera marknaðarførd sum klænkingarevni, fyri betri heilsu hjá monnum og kvinnum, til hárviðgerð, sum stimbran fyri at verða í betri hýri og sum stimbran til kynslívið.
Kostískoytini innihalda útdráttir frá fleiri ymiskum plantum og evnum, ið kunnu viðføra hjáárin so sum skaða á miðnervalagið, ávirkan á livrina og hækkað blóðtrýst.
Heimasíðan vendur sær til danskar brúkarar. Tað er ein donsk kontaktadressa a heimasíðuni, sum hevur víst seg at vera følsk. Heimasíðan er skrásett í Frankaríki og "hosta" í Luksemborg.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at um onkur hevur keypt vørur ella kostískoyti, sum innihalda nevndu evnir og plantir, eigur mann at koyra tey burtur ella senda tey aftur til fyritøkuna, tey eru keypt frá.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir brúkarum til altíð at kanna kostískoyti gjølla, ið verða seld á netinum og ikki í vanligum handlum.
Um ein vil tryggja sær at eitt kostískoyti er partur í stakroyndareftirlitum hjá danska matvørumyndugleikaum, ber til at eftirkanna hetta á heimasíðuni altomkost.dk. Skrásettu kostískoytini, sum eru fráboðað til markanaðarførslu í Danmark, síggjast á her
Ávaringin umfatar hesar vørur:
- Maca (Organic) (plantan Maca)
- Maca Powder (Organic) (plantan Maca)
- Horny Goat Weed Plus (plantan Maca)
- Vialafil® (planterne Maca, Yohimbe)
- Blueberry Hemp Super Food Power Snack (plantan Maca)
- Cacao Goji Super Food Power Snack (plantan Maca)
- Citrus Chia Super Food Power Snack (plantan Maca)
- HCG Activator & Raspberry Ketone Slimming Pack (plantan Maca)
- HCG Activator Drops (plantan Maca)
- Sub-Test Testosterone Stimulator (planturnar Tribulus terestis L. og Yohimbe)
- Yohimbe (plantan Yohimbe)
- Yohimbe Extract (plantan Yohimbe)
- 2Shredded? (plantan Yohimbe)
- Atro-Phex (plantan Yohimbe)
- Senstra® for Women (plantan Yohimbe)
- Sherd Matrix (planturnar Yohimbe og Polygonum Multiflorum)
- Nuhair® DHT Blocker for Men & Women (Step Two - Block) (plantan Polygonum Multiflorum)
- Nuhair® Hair Regrowth for Women (Step One - Support) (planturnar Polygonum Multiflorum og Cimicifuga Racemosa)
- Super Test® (plantan Withania Somnifera)
- Myobuild Super Concentrated Series (Grape) (plantan Withania Somnifera)
- Super Test (Ice-T) (plantan Withania Somnifera)
- Estroven Nighttime (Plantan Cimicifuga Racemosa)
- Advantrim® (evnini synefrin + koffein frá plantum)
- Extreme Fat Burner (evnini synefrin + koffein frá plantum)
- Hoodiadrene® (stofferne synefrin + koffein frá plantum)