Varðhald og samstarv á fólkatingi

Ein fragd at hoyra dugnaligu og skørpu umboðini fyri Tjóðveldi í Andglettinum í morgun.

 

Ein spurningur snúði seg um, hvørt tað ber til at føra fram sjónarmið, sum danir fata sum kritisk, og samstundis fáa í lag samstørv, sum kunnu gagna Føroyum.

 

Sjálvandi ber tað til. Tað er júst tað, sum hendir í øllum parlamentum. Fólk við ymsum sjónarmiðum kjakast og føra sjónarmið fram við størri og minni kraft, og samstundis brýna tey hvørt annað, so tey skilja hvørt annað betur.

 

Eitt føroyskt fólkatingsumboð skal ikki ræðast at føra fram føroysk sjónarmið og áhugamál, tí onkur danskur politikari tekur sær tað nær. Ongin fær nakra virðing fyri at føra seg fram við undirbrotligheit. Tvørturímoti skapa vit nógv størri virðing og áhuga, tá vit órædd verja og føra fram føroysk áhugamál.

 

Tað ger mun, hvønn boðskap vit føra fram, tí er føroyska røddin sterk og týðilig, skilja tey, at munur er á Danmark og Føroyum. Er hon veik og undanstøkkandi, geva tey henni ongan ans.

 

Annars skal eg bara boða frá, at fái eg aftur í boði at umboða føroysku tjóðskaparrørsluna á fólkatingi, so røki eg tann sessin burturav - og tali Føroya sak við sama áræði sum fyrr.

 

Magni Arge,

 

Tjóðveldi