Varðhaldsfongslaður fyri neyðtøkuroynd

Ein neyðtøkuroynd fyri tveimum vikum síðani førdi í dag til, at ein 19 ára gamal maður varð varðhaldsfongslaður.

Ein 19 ára gamal maður varð í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Talan er um neyðtøkuroyndina, sum fór fram aftan fyri Sjónleikarahúsið fyri tveimum vikum síðani.

 

Hetta er tann neyðtøkuroyndin, sum løgreglan lýsti eftir vitnum um, fyri tveimum vikum síðani. Ein ung kvinna varð álopin, men hevði rópt og stríðst so hart, at maðurin varð lopin avstað aftur.

 

Ungi maðurin hevur verið til skips hesa tíðina, men møtti í gjár til avhoyringar á løgreglustøðini, har hann varð handtikin.

 

Í rættinum í dag kom fram, at maðurin hevði fylgt kvinnuni úr Steinatúni og niðan í garðin aftan fyri Sjónleikarahúsið, har hann tók í hana og legði hana niður. Hann hevði kroyst seg upp at henni, meðan hann segði við hana, at nú skuldu tey liggja saman, men hon hevði rópt og sligið hann. Hann var tí givin, áðrenn hann gjørdi nakra roynd at lata hana úr.

 

Skuldsetti og ákærin vóru ósamd í, hví maðurin var givin. Ákærin vildi vera við, at tað var harða mótstøðan, gentan vísti honum, sum gjørdi, at hann mátti geva upp. Sjálvur greiddi skuldsetti frá, at hann skilti, at hetta var ikki rætt, sum hann gjørdi, og at hann tí varð givin, tá ein tíð var farin.

 

Skuldsetti greiddi frá, at hann hevði drukkið nakað, og hevði nakað væl meiri enn eina kenning. Hann er sjómaður og millum túrarnar drekkur hann hvønn dag, greiddi maðurin frá. Skuldsetti metir sjálvur, at hann hevur ADHD, men hetta er ikki staðfest læknaliga, og hann fær tí ikki heilivág móti hesum.

 

Skuldsetti segði, at tá hann drekkur fær hann ofta nøkur sonevnd black out, og tá verður hann harðligur, vil ofta berjast og ger okkurt býtt. Hann sigur, at tað var tað, sum hendi hetta kvøldið.

 

Læknaligar kanningar av gentuni staðfestu, at hann varð farin harðliga til verka og hon hevði skaðar fleiri staðir á kroppinum eftir orrustuna við mannin.

 

Ákærin bað um varðhaldsfongsling fyri mannin í fýra vikur. Hon vísti til, at tað var vandi fyri, at hann fór at gera líknandi lógarbrot aftur. Maðurin er áður dømdur fyri blygnaðarskemd.

 

Harumframt metti ákærin, at av tí, at so fáar neyðtøkur og neyðtøkuroyndir vera fráboðaðar í Føroyum, hevur hetta málið stóran áhuga. Tí hevur tað stóran týdning fyri almennu rættarkensluna, at maðurin ikki gongur leysur.

 

Verjin metti, at tað gjørdi minni mun, um skuldsetti maðurin varð varðhaldsfongslaður ella fór til skips, hvat vandanum fyri endurtøku av slíkum brotsverki viðvíkur. Hann metti, at maðurin kundi sleppa til skips og so vera undir eftirlitið av kriminalforsorgini millum túrarnar. Hann vísti eisini á, at skuldsetti hevur samstarvað við løgregluna alla tíðina, at hann hevur játtað seg sekan, og at hann hevur hildið gjørdar avtalur við løgregluna.

 

Dómarin valdi tó at varðhaldsfongsla mannin í fýra vikur, og vísti á vandan fyri endurtøku. Hann metti ikki, at endamálið við eini varðhaldsfongsling kundi røkjast, um maðurin fór til skips.