Varðin Pelagic bjóðar burgarar við svartkjafti

- Á mentanarnáttini í kvøld verður eisini ein forkunnugur fyrilestur við Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, siga tey á Varðanum Pelagic

Nú mentanarnátt verður á Tvøroyri í kvøld, er nógv ymiskt á skránni, og aftur í ár er stóra uppsjóvarvirkið, Varðin Pelagic, við.

 

- Vit bjóða ymiskar brellbitar uttanfyri skrivstovubygningin, og hetta verður millum 18.30 og 20.30 í kvøld.

 

Á Facebook-vanganum hjá virkinum siga tey, at tey millum annað fara at bjóða svartkjaftaburgara, sild og makrel.

 

- Í ár verður eisini forkunnugur fyrilestur við Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, og framløgan verður klokkan 19 í stóra fundarhølinum í skrivstovubygninginum

 

Á Varðanum Pelagic siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin.

 

##med2##

 

 

 

 

 

- Vit bjóða ymiskar brellbitar uttanfyri skrivstovubygningin, siga tey á Varðanum Pelagic