At nógv arbeiði hevur verið á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, eru sjálvandi øll fegin um. Ikki minst á Tvøroyri hava tey alla orsøk til at fegnast um, at arbeiði er til nógvar hendur.
Men allíkavæl er tað ikki altíð, at alt gott er gott fyri alt, og upp á ein máta kann sigast, at tað hevur kostað TB liðið í 3. deild, at Varðin Pelagic hevur havt arbeiði til so nógvar hendur.
Serliga eftir summarsteðgin hava teir á 3. deildarliðnum verið fámentir, tí tá árið byrjaði, vóru teir ofta einir 15 mans til venjing. Men síðstu tíðina hevur verri enn so altíð borið til at mannað lið til útidystirnar.
TB-heimasíðan skrivar, at tað fekk katastrofalar avleiðingar fyri 3. deildarliðið hjá felagnum, at arbeitt hevur verið alt samdøgrið á uppsjóvarvirkinum, tí nú fingu menn hvørki tíð til at venja ella at spæla dyst, umframt at onkrir eru tiknir upp í 1. deildarhópin.
At enda mátti liðið melda avboð til tveir útidystir, og tá fall hamarin hjá Fótbóltssambandinum, sum eftir reglunum valdi at tveita TB úr 3. deild, hóast liðið hevði staðið seg so væl, at tað var komið í finalubólkin og sostatt upp á tann mátan hevði rokkið málsetninginum fyri árið.