Hálvonnur millión krónur hevur Tvøroyra kommuna fingið meira inn í skatti fyrstu sjey mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Og tað er einki at taka seg aftur í, at Varðin Pelagic eigur sín stóra lut í øktu skattainntøkunum.
1.675.007 krónur er ítøkiliga talið, sum Tvøroyrar kommuna hevur fingið meira inn í kommunuskatti í ár. Og tað svarar til 5,98%.
Í prosentum er tað annars Viðareiðis kommuna, ið hevur havt størstu hækkingina í skattainntøku. 582.132 krónur hevur kommunan fingið meira inn í skatti, og tað svarar til 13,53%.
Næst er Húsa kommuna, sum hevur fingið 88.850 krónur meira inn í skatti, svarandi ti 12,65%.
Greitt størstu afturgongdina hevur Fugloyar kommuna staðið fyri. Teirra skattainntøka er minkað við 181.394 krónum, svarandi til -21,39%.
Næststørstu afturgongdini stendur Skálavíkar kommuna fyri. 333.432 krónur færri eru komnar í kassan, og tað svarar til eina afturgongd á -13,14%.