Mánadagin byrjaði onnur verkfalsvikan hjá lærarunum á studentaskúlunum og HF skeiðunum, og í gjár var einki sum bendi á loysn á ósemjuni.
Ein vika við ongari skúlagongd bilar kanska ikki so nógv, men heldur verkfallið fram, fer skjótt at standa á serliga hjá 2. HF og 3. g, sum skulu upp til endaliga próvtøku í summar.
Sámal í Skorini er rektari á Studentaskúlanum og HF skeiðnum á Kambsdali.
Hann er við at gerast bangin um næmingarnar, sum skulu upp til endaliga próvtøku.
Eingin hevur verið í skúla síðan 19. desember, og tað er long tíð, og skjótt er at gloyma.
- Tað verður tyngri fyri hvønn dag sum gongur hjá teimum at skula undir at repetera, sigur Sámal.
Keðiligt er hjá teimum at koma úr rutinuni við at lsa, nú so sttt er tilpróvtøku.
So kemur alt pensumið, tað sum skal lesast.
- Tað er ikki nakað, sum vit ráða yvir. Tað verður alt ásett í Danmark, og tað er eingin bøn. Pensum skal náast. Jú styttri tíðin verður, minni verður tíðin hjá teimum at koma ígjøgnum pensum.
2. HF og 3. g á Kambsdali skulu eftir røttum nú skriva høvuðsupgávu, sum teir fáa eina viku frí frá undirvísing fyri at skriva. Hetta er ein týðandi uppgáva, sum gevur ein heilan karakter. Árenn næmingarnir fara undir at skriva, vegleiða teir seg við læraran um orðingina av uppgávuni. Annars ber ikki til. Henda orðingin skuldi verið endaliga orðað mánadagin.
Pensumlistarnar skulu lærararnir lata inn 25. februar til undirvísingar- og mentamálastýrið, sum hevur eftirlitið við, at næmingarnir hava lisið tað, teir skulu lesa. Tann dagurin kann kanska flytast, heldur Sámal.
Várroyndin hjá 3. g og 2. HF skal verða seinast í februar. Hálvan februar skulu uppgávurnar verða gjørdar.
- Tað verður trupult hjá teimum at koma ígjøgnum alt, um verkfallið heldur fram. Várið er so ódrúgt, tí tað er páskaferia og aðrir frídagar, og skúlin endar longu 1. mai, sigur Sámal í Skorini.