Í kjalarvørrinum av kanningini av happing í fólkaskúlanum, vísir formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen, á, at kanningar yvirhøvur innan skúlaverki eiga at vera tiknar við størri fyrivarni.
Í oddagrein í Skúlablaðnum fríggjadagin, staðfestir Herálvur, at lærarar við røttum eru varnir við kanningarúrslitum og tilmælum sum verða gjørd við støði í hesum kanningunum. Sambært honum, so er orkan at gera ítøkiligar broytingar fyrst og fremst ikki til staðar, umframt at fjølmiðlar vanliga einans taka fram einstøk tøl, ið siga eina góða søgu, heldur enn alla myndina.
- Tað er ein sannroynd, at hóast frágreiðingar og tilmæli verða gjørd burtur úr kanningarúrslitunum, so verður lítið ítøkiligt gjørt við tilmælini. Tað er heldur ikki ógrundað, tá lærarar halda, at fjølmiðlar taka einstøk vánalig, ella rættari harmilig, kanningarúrslit burtur úr heildini, og ótilvitað ella tilvitað seta fólkaskúlan og lærarar í ringt ljós, skrivar Herálvur.
Vantandi átøk
Tó vil formaðurin í Lærarafelagnum ikki vera við, at kanningar skulu vera sleptar, men heldur, at myndugleikarnir eiga at viðurkenna, at ein kanning bert er fyrsti liðurin í einari tilgongd. Tað er hetta sum hann saknar við kanningini um happing í fólkaskúlanum. Undan fyrstu kanningini í 2007 vórðu ikki nóg mikið av átøkum sett í verk til at rættvísgera eina eftirmeting í 2014, sambært honum.
- Aftaná kanningina í 2007 vóru einstøk átøk sett í verk. Helst verður trupult neyvt av meta um árinini av átøkunum tá. Somuleiðis er vitanin um happing økt, og nýggj ástøði á økinum eru ment. Tí eigur nýggja kanningin at birta upp undir at førleikamenna og dagføra lærarar á økinum, skrivar hann.