Hásummar er og hetta høvið brúka nógv til at draga grillina fram í ljósið og tað munnu vera mangar pylsur, og mangir búffar, sum enda á grillini hesa tíðina.
Men eisini tað at grilla krevst varsemi og vísir grillfólkið ikki varsemi, kann tað enda við álvarsligari sjúku – og enntá deyða í ringasta føri.
Í hesum sambandi minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan serliga á at ansa væl eftir, tá ið svínakotelettur, pylsur, og annað, sum svínakjøt er í, verður lagt á grillina.
Tað er sera týdningamikið, at alt svínakjøt verður gjøgnumstokt, tí annars er vandi fyri at fáa vandamiklu livrasjúkuna, hepatitis E.
Svínakjøt, og livur, sum eru rá, ella ikki gjøgnumstokt, eru vanligasta orsøkin til at fólk um okkara leiðir verða smitta við hepatits E sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tey vísa á, at seinastu 10 árini hava yvir 21000 fólk fingið hepatitis E og talið á fráboðanum er tíggjufaldað í hesum sama tíðarskeiði
– Tó, at hepatitis E ikki er líka vanligt sum aðrar sjúkur ið smitta við mati, er tað ein vaksandi trupulleiki í Evropa. Um okkara leiðir eru tað serliga svín, ið eru berarar av hepatitis E.
Tey flestu ið fáa hepatitis E, verða ikki serliga sjúk, ella merkja onki til tað yvirhøvur. Men í ávísum førum, helst hjá fólki við livraskaða, og hjá sjúklingum við veikari immunverju, kann tað føra til livrasjúku, ið kann verða deyðilig, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.