Ávaring: Vinn á alnetinum og betal

Av og á fáa fólk tilboð á alnetinum, sum eru ov góð til at vera sonn - og tað eru tey eisini

Scam


Hesa vikuna havi eg vunnið tvær ferðir 182.000 pund í bretska lottarínum National Lottery í Bretlandi. Hetta er slett ikki so galið, hetta svarar til 3,6 milliónir krónur og tær koma á eitt turt stað.
Gleðiligu boðini lógu í meylboksini á telduni, tá ið eg lat hana upp um morgunin. Eg varð útvaldur millum milliónir av internetadressum, og hetta virkaði ógvuliga trúligt og enntá tvær ferðir. »Eri eg endiliga vorðin ein vinnari, ha?«
Næsta stigið var, at eg skuldi seta meg i samband við ein, sum nevnist William, og hann skuldu gera tað neyðuga, soleiðis at eg kundi fáa pengarnar. Vit samskiftu nakrar ferðir, og so kom rokningin. Bretsku myndugleikarnir skulu geva loyvi til at flyta slíkar upphæddir av landinum og eitt slíkt loyvi kostar pening.
Tað er júst her snýtaríið liggur. Tú skal senda eina upphædd til ein fremmandan á internetinum fyri at kunna móttaka eina stóra upphædd, sum tú antin hevur vunnið, ella tí tú er vorðin ein partur av einum handli við millióna upphæddum.

Scam
Hesin svindul verður úti í heimi kallaður fyri »scam«, og í USA verða fólk árliga snýtt fyri yvir 300 milliónir dollarar, av fólki, sum lokka við at fólk vilja gerast rík, sum tey samstarva.
Í hesum døgum fáa nógv fólk meyl frá National Lottery í Bretlandi, har tey fáa at vita at tey tilvildarliga eru vald út til at vinna yvir 180.000 pund. Tey skulu bara rinda eitt umsitingargjald, so fáa tey vinningin.
Fólk fáa ongar pengar, og tá ið tey hava rindað tað, sum útbjóðarin leggur á, so verður sambandið slitið. Oftast verður ein Yahoo mail adressa nýtt, og tá fólk hava goldið teirra part, so er hendan adressa horvin.

Gomul vinna
Scam vinnan er gomul vinna. Í áttati- og nítiárunum var vanligt, at fólk fingu bræv, har tey lættliga kundu gerast rík. Brøvini komu úr Afrika, oftast úr Nigeria, og undirritaði skrivaði um hendan svindul við brævi tiðliga í nítiárunum.
Teksturin var ymiskur, men hevði eitt felags evni. Ofta var talan um eina einkju eftir onkran høgt standandi embætismann, ella ráðharra, sum sat einsamøll og stinkandi rík eftir við eini stórari upphædd, sum maður hennara mátti hava stolið í hesum blóðfátøku londum. Maðurin og øll hennara børn vóru myrd og pettaði sundur og einkjan bað um hjálp. Tú skuldi upprætta eina konto, har hon kundi flyta peningin, og vanliga so skuldi tú fáa ein triðing fyri ómakin. Talan var um sera stórar upphæddir, millum 100 og 200 milliónir dollarar, og fyri ámakin skuldi tú fáa millum 10 prosent og ein triðing.
Hetta var alt ógvuliga lokkandi. Fyri at peningurin skuldi gjaldast út, so máttu nøkur pappír fáast til vega í Nigeria, og hesi pappír kostaðu pening í umsiting og mutri. Upphæddirnar lógu millum 20-80.000 krónur, sum tann, ið skuldi móttaka peningin skuldu leggja út í fyrstu atløgu.
Tað var júst her, at fólk vóru snýtt. Tá ið fólk høvdu goldið, so vóru hesir gávuríku afrikanarar horvnir.

Internertið
Seinastu árini hava scammararnir nýtt internetið, og fólk fáa javnan tilboð um at gerast rík. Undirritaði royndi sum journalistur at fylgja einum tilboði heilt fram til eg skuldi gjalda. Hetta hendi í 2002. Mannagongdin er tann sama. Í fyrstu atløgu snýr tað seg um at fáa eitt prát við tann sum skal snýtast. Scammararnir eru ógvuliga dugnaligir at práta. Tá álit er millum partarnar og ikki fyrr, so kemur rokningin. Hetta samskifti kann vara í vikur. So fær scammarin knappliga skund. Knappliga so skal alt ganga so skjótt fyri seg. Nú snýr tað seg um at fáa neyðugu skjølini til vega, soleiðis at peningurin kann flytast. Nú er tað tú, sum skal rinda pening til sokallað »admissionsfee« ella umsitingarfæ. Tað er her at fólk, í hvussu er í Danmark og kanska eisini í Føroyum eru snýtt.

Kanna á netinum
Tað verður sagt á heimasíðunum sum berjast móti scam, at um nakað er ov gott at vera satt, so er tað vanliga ov gott at vera satt.
Fáa fólk tílíkar lokkandi meylar, har tey kunnu gerast ovurrík við at rinda eina minni upphædd og samstarva, so er skilagott at kanna meylin.
Taka vit dømi um National Lottery í Bretlandi, sum seinastu vikuna hevur ríkað undirritaða við 3,6 milliónum donskum krónum, so ber til at fara inn á www.google.com ella onkra aðra leitisíðu og kanna hetta.
Skriva tit í leiti rútin: »National Lottery scam« so kemur beinanvegin fram, at júst hesin lokkandi meylur verður ávarað í móti. Tað veruliga National Lottery í Bretlandi hevur eisini eina heimasíðu og hendan ávarar staðiliga móti hesum følsku meylum, sum siga fólki, at tey tilvildarliga eru vald út sum vinnarar, og at tey kunnu móttaka peningin, við at gjalda eitt umsitingargjald.
Um avsendarin bert hevur eina yahoo adressu ella onkra tí slagnum, sum ein og hvør kann upprætta ókeypis, so eiga fólk at ansa sær, tí millliónir verða ikki handlaðar á slíkum adressum, sum ikki kunnu rættarfylgjast á nakran hátt.

Eitt gott tilboð

Soleiðis kann eitt teldubræv síggja út, sum hevur til endamáls at lumpa pengar frá fólki

****** Forwarded Message Follows *******

The National Lottery
UP OF Box 1010
Liverpool, L70 NLG
UNITED KINGDOM
(Customer Services)
Ref: UK/9420X2/68
Batch: 074/05/ZY369
15-08-05

THE NATIONAL LOTTERY

We happily announce to you the draw (#996) of the UK NATIONAL LOTTERY,
online Sweepstakes International program held on Saturday July 9th 2005
Your e-mail address attached to ticket number:56475600545 188 with
Serial number 5368/02 drew the lucky numbers: 07-20-22-23-34-37(bonus
no38.), which subsequently won you the lottery in the 2nd category I.e
match 5 plus bonus.
You have therefore been approved to claim a total sum of £184,515 in cash
credited to file CUT/9023118308/03.
(18) lucky winners in this category I.em Match 5 plus bonus.
All participants for the online version were selected randomly from
World Wide Web sites through computer draw system and extracted from over
100,000 unions, associations, and corporate bodies that are listed
online. This promotion takes place weekly.
Please note that your lucky winning number falls within our European
booklet representative office in Europe as indicated in your play
coupon. In view of this, your £184,515 would be released to you by any of
our payment offices in Europe.

Our European agent will immediately commence the process to facilitate
the release of your funds as soon as you contact him.
For security reasons, you are advised to keep your winning information
confidential till your claims is processed and your money remitted to you
in whatever manner you deem fit to claim your prize.
unwarranted abuse of this program. Please be warned.

To file for your claim, please contact our fiduciary
agent: Mr Donald Anderson .
Email:fudiciaryanderson@gocomp.net
Good from me and members of staff of the UK NATIONAL LOTTERY.
Yours faithfully,
Sir Richard Lloyd

Online coordinator

Sí eisini greinina" Hava lumpað nógvan pening frá føroyingum"